Minningarorð um Niclas Davidsen á Skúr

f. 19. juni 1974 ? d. 25. nov. 2000


Saknið tungan harmin vekur,

at so dátt vit mistu teg,

Harrin gevur, Harrin tekur,

ei vit skilja Harrans veg;

ei á foldum finnist tann,

lívsins gátu grunda kann:

Best sum sólin fagrast skínur,

deyðin inn um dyrnar trínur.

1974 var eitt gott ár í Nólsoy, ikki kann sigast annað enn, at bygdalívið blómaði. Nógv børn vóru fødd hetta árið. Á hásumri vart tú borin í heim, bygdin gleddist saman við foreldrum tínum.

7 ár seinni, í 1981, fóru vit fyri fyrstu ferð í skúla ? flokkurin var stórur, heili 10 børn. Øll høvdu fingið nýggjar heimabundnar troyggjur og nýggja skúlatasku. Vit vóru øll spent, hvat mundi henda nýggja verðin fara at bjóða? Vit vistu ikki, at hesin dagur var grundarlagið undir sterkum vinarlagi og samanhaldi.

Skjótt funnu vit útav, at henda verðin veruliga hevði nógv at bjóða, vit gjørdust øll sera góð vinfólk og høvdu nógvar góðar upplivingar saman.

24. apríl 1988 fóru vit í kirkju. Vit skuldu konfirmerast. Seks flottir, brúnir leðurjakkar hingu í forkirkjuni, og kirkjufólkið vildi vera við, at tað ikki bara vóru genturnar, sum vóru fínar, men dreingirnir vóru eisini sera flottir í grønum sloyfum. Tíðin eftir konfirmatiónina var serlig fyri okkum. Vit vitjaðu hvønn annan til ?konfirmatiónsball? og høvdu tað, sum vera man, stuttligt. Men nakrar mánaðar frammi í tíðini lá nakað og lúrdi ? vit skuldu øll til Havnar at ganga í skúla. Hesin tanki var bæði ræðandi og ikki minst spennandi.

Tey sjey skúlaárini í Nólsoy endaðu við einum túri í Hetlandi, sum fer at standa prentaður í minnum okkara í allar ævir.

Eftir lokna skúlagongd í Havn fóru vit hvør í sína ætt. Onkur fór av landinum, onnur víðari í skúla og onnur at arbeiða. Men floksfelagarnir vóru altíð, av og á, í huganum. Vit hittust eisini av og á at minnast gamlar dagar, og vit høvdu nógv at minnast aftur á ? bæði gott og ringt.

Tað gekst okkum væl, hóast tað var ymiskt hvat vit tókust við, øll kláraðu seg væl. Onkur enntá so væl, at eitt barn spurdist burturúr. Tú vart tann fyrsti í flokkinum, sum fekk eitt barn, løgið, hugsaðu vit. Kundi tú ikki havt bíða eitt sindur? Nú vita vit, at tað var gott, at tú ikki bíðaði.

Nú eru vit í ár 2000, 26 ár seinni. Hetta er so sanniliga eitt syrgiligt ár fyri okkum. Tvær ferðir hava vit hitst í ár. Báðar ferðirnar at skriva minningarorð um ein floksfelaga, sum ikki er millum okkum longur. Hvussu kann tað bera til?

Niclas, tú vart eygnasteinur hjá foreldrum tínum. Tú spreiddi altíð gleði har tú vart, altíð klárur við eini stuttligari viðmerking. Vit hava tíbetur nógv minnir um teg, sum vit vilja goyma í hjørtum okkara.

Vit hugsa nógv um tykkum, sum stóðu Niclasi so nær. Serliga Mariannu, Marnar og Dianu. Eisini lítlu Erlu, sum ikki fekk møguleikan at læra pápa sín at kenna. Vit vita, at tit fara at hava eina svára tíð fyri framman, má Harrin styrkja tykkum í sorg tykkara.

Árgangur ?74 í Nólsoy