Minningarorð um Turið Dahl

Deyð 12. oktober 2009

Turið varð fødd ólavsøkuaftan í 1948. Pápin var Sverri Dahl, landsantikvarur, og mamman var Paula, sjúkrasystir, ættað úr Eysturjútlandi. Sverri hevði framúr góða sangrødd, tenorur, og hann var vanur at syngja solo í sambandi við kórsangin Ólavsøkudag. Sagt varð, at ongantíð hevði songur hansara ljómað so fagurt sum ólavsøkudag hetta sama árið, nú hann, rættiliga tilkomin, var vorðin pápi.


Turið varð kallað upp eftir skyldkonuni, dóttur Paula Dahl, sum tuberklarnir høvdu tikið.

Tey búðu í prestagarðinum í Sandágerði, í barnaheiminum hjá Sverra. Betri umstøður hjá einum barni at vaksa upp kunnu valla hugsast. Sandágerði var tá langt uttan fyri býin; har var áin, sandurin, tann stóri urtagarðurin við alskyns trøum og berjarunnum, tey gomlu húsini við nógvum loynikrókum. Elektrisitet varð ikki lagt inn fyrr enn seinast í fimmti-árunum. Í hetta heimið komu nógv fólk at vitja, eisini fólk úr øðrum londum, sum Sverri hevði samband við gjøgnum arbeiði sítt, og tað var ikki so vanligt tá á døgum. Eitt heim, sum var merkt av áhuga fyri allari mentan: søgu, bókmentum, list og tónleiki. Og tey høvdu arbeiðskonu; hetta vóru gentur av bygd, sum komu til Havnar at tæna. Turið hevði bara gott at bera teimum; viðhvørt fór hon heim at ferðast við teimum, og tann vegin fekk hon eisini samband við bygdarlívið. Hóast einabarn, so var Turið ikki nakað einsamalt barn. Úti í Sandágerði savnaðust børn, skyldfólk og vinfólk, sum høvdu sína dagligu gongd í húsinum, og onkur búði eisini har burturav. Og so hevði hon eisini ein góðan vin í hundinum hjá sær, Tór.


Men longu, tá ið Turið var stór smágenta, gjørdist mamman sjúk av krabbameini, og tá ið hon var 12 ára gomul, misti hon mammuna. Sverri var góður pápi, men hann arbeiddi nógv og ferðaðist nógv, og tá á døgum kundi ein pápi illa einsamallur taka sær av barni sínum. Paula visti, hvønn veg tað bar, og hon hevði eisini funnið dóttrini eina fosturmammu. Um hetta mundið var ein ung sjúkrasystir, Hanne, komin úr Danmark saman við manni sínum, ið skuldi arbeiða sum lækni á landssjúkrahúsinum; tað var Bent Jensen. Heimið hjá “tante Hanne” og “onkel Bent” undir Varða gjørdist nú annað heimið hjá Turið, og í hesum grannalagnum fekk hon eisini nýggjar vinir.

Tað, sum eyðkendi Turið líka frá barnaárum og til tað seinasta, var ein stórur áhugi og virðing fyri menniskjum og teirra ymiskleika og ein sterk rættvísiskensla. So tað er ikki at undrast á, at hon aftan á lokið studentsprógv fór niður at lesa til sosialráðgeva. Í lestrarárunum møtti hon komandi manni sínum, Peter, sum las til verkfrøðing, og í 1973 fluttu tey til Føroya. Tey fingu ikki starv beinanvegin, so tey arbeiddu eina tíð í sild; og so fór Peter at arbeiða við elektroniskari útgerð umborð á skipum, og Turið sum sosialráðgevi á Almannastovuni. Hetta var í tí tíðini, tá ið Almannastovan nýliga var yvirtikin og skuldi byggjast upp sum stovnur; ein spennandi, men eisini strævin tíð. Siðvenjur fyri mannagongdum og arbeiðsbýti skuldu byggjast upp, og ein starvsfólkamentan á hesum øki bleiv til. Turið dugdi væl at seta seg inn í støðuna hjá teimum, sum vendu sær til Almannastovuna um hjálp, og tað nívdi hana, at har verri enn so altíð var lógarverk, fígging ella politiskur vilji til at veita ein munagóðan stuðul.


Tað var um hetta mundið, eg kom at kenna Turið. Íbúðarneyðin í Havn var stór; tey høvdu leigað eini hús, sum vóru í so stór og dýr til tvey fólk, og Martin og eg leitaðu eftir onkrum at búgva í. Vit fluttu so inn í somu hús sum ein búfelagsskapur, og hóast vit ikki kendust frammanundan, so gekk tað væl. Har komu eisini nógv fólk á gátt, og minnini leita aftur til mangar stuttligar og hugnaligar løtur. Ein spennandi tíð saman við trimum góðum vinum, ið nú øll eru farin hiðan av fold.

Í 1977 kom dóttirin Tóra; og Turið og Peter keyptu sær hús á Hoydalsvegnum. Í 1979 kom sonurin Sverri, og tey vóru so heppin at fáa pláss í nýggju vøggustovuni / barnagarðinum við Velbastaðvegin. Turið arbeiddi framvegis á Almannastovuni, men so við og við gjørdist kluftin millum tørvin hjá viðskiftafólkunum og møguleikarnar at hjálpa teimum henni ov djúp, og hon gjørdist sjúk av eini sjúku, sum tá einki navn hevði, men sum nú eitur útbrend vegna strongd. Hon segði seg úr starvi, tey seldu húsini og fluttu niður til Ballerup. Har fekk Peter beinanvegin gott starv, og eftir eina tíð fór Turið undir at lesa danskt á universitetinum. Og meðan børnini vuksu upp, gav Turið sær góðar stundir til lesnaðin. Hon var eisini nevndarlimur og eina tíð formaður í føroyingafelagnum í Ballerup, sum tá var eitt sera virkið felag við nógvum tiltøkum, ið savnaðu føroyingar úr øllum Keypmannahavnarøkinum.


Eins og heimið hjá Turið og Peter á Hoydalsvegnum altíð stóð opið fyri vinum og kenningum, so helt hetta fram á Agertoften í Ballerup; og tey fingu beinan vegin nýggjar vinir í grannalagnum har. Men hjúnarbandið helt ikki, og Turið flutti saman við børnunum í eina íbúð har í nánd; og meðan hon arbeiddi við síðuna av, gjørdi hon seg lidna við lesnaðin og varð cand.mag. við donskum sum høvuðsgrein og kvinnustudium sum hjágrein.


Sum faðirin hevði Turið einastandandi góða songrødd, sopran, og hon hevur at kalla altíð sungið í kóri. Og tað var eisini í kórinum, hon møtti nýggja manni sínum, Niels, ið er verkfrøðingur. Tey giftust í 1995 og keyptu sær hús í Ballerup. Eisini í hesum heimi hava vinir og skyldfólk altíð verið vælkomin at vitja og at gista. Ikki eru tey fá, fólkini úr Føroyum, sum eru komin niður at ferðast ella í ørindum og hava notið gott av blíðskapinum; og nógvar framúr hugnaligar løtur eru at minnast aftur á.


Turið fekk arbeiði sum lærari í donskum á tekniskum gymnasium í Holbæk. Kanska ikki júst tað, sum hon upprunaliga hevði hugsað sær, men hon sá tað sum eina avbjóðing og fór so við og við at trívast væl í hesum starvi. Tó komu seinni nakrar bygnaðarbroytingar, ið hon ikki sá sum nakran bata, men tá var hon longu á veg út úr starvinum. Meðan hon var lærari, virkaði hon eisini sum próvdómari av skrivligum uppgávum á miðnámsskúlum í Føroyum.


Tað heilt serliga við Turið var, at tann, sum einaferð var komin at kenna hana og var vorðin vinur hennara, var ein vinur fyri lívið. Hon hevði enn tætt samband við fólk, ið hon var komin at kenna sum barn og ung, bindiklubburin íroknaður, og tað løgdust alla tíðina fólk afturat, tí hon hevði eisini lætt við at fáa nýggjar vinir. Og so væl dugdi hon at samansjóða sín vinaskara, at fleiri har eru komin at kennast. Alla tíðina fylgdi hon við, hvussu gekst hvørjum einstøkum, og hon var altíð til reiðar at lurta og stuðla, tá ið tungar løtur vóru í lívinum. Frástøðan hevði einki at týða, sambandið varð hildið viðlíka við telefonsamrøðum og brøvum; og so vóru tær ógloymandi løturnar av hugnaligari samveru: gongutúrar, útferðir, konsertir, sjónleikir og framsýningar, prát og djúpar samrøður, matgerð, reingerð og veitslur. Við síni lívsgleði og sínum stóra og livandi áhuga fyri menniskjum, mentan og samfelags¬viðurskiftum var Turið ein, sum tú altíð fekst stóra gleði av at tosa við. Hjá mær hevur heimið hjá Turið altíð verið mítt annað heim, og tað eri eg henni og familju hennara takksom fyri.


Umframt sambandið við vinirnar, so hevði Turið eisini gott samband við skyldfólkini í faðirættini, harav nógv búgva í Danmark. Við skyldfólkini í móðurætt var ikki so nógv samband, men tó fylgdi hon við, og hon visti eisini, at rættiliga nógv teirra høvdu fingið krabbamein í bestu árum. Tí kom tað kanska ikki púra óvart, tá henda herviliga sjúka í 2005 fyrstu ferð gjørdi vart við seg. Og nú komu 4½ ár, har Turið av øllum alvi stríddist móti sjúkuni. Í hesi tungu tíð upplivdi hon tó eitt, sum gleddi hana so ómetaliga nógv: Hon varð omma og slapp at vera um lítlu Emmu. Eisini megnaði hon við hjálp frá vinum og familju at savna vinir sínar og skyldfólk til heilar tveir stórar føðingardagar: 59 ára dagin í Ballerup og 60 ára dagin í Havn. Dagar, sum hon mintist aftur á við gleði og takksemi. Turið varðveitti lívsgleðina og vónina, líka til bert ein mánaður var eftir, tá læknarnir góvust við viðgerðini, og hon mátti dvína fyri sjúkuni.


Vit eru mong, sum hava mist ein kæran vin. Men størstur er missurin hjá tykkum, ið vóru Turiðar nærmastu. Góðu Hanne, Niels, Sverri, Tóra, Monika og Emma. Harrin styrki tykkum í sorg tykkara. Turið hevði so ómetaliga nógv at geva okkum øllum somlum, og saknurin eftir hana er stórur. Men stór er eisini gleðin um at hava livað eitt lív saman við henni. 


Elin Henriksen