Minnini eru heilt dramatisk

Bæði liðini eru væl fyri, tá ið ÍF fer at vitja við Løkin, har fuglfirðingar og NSÍ fyrr í ár vóru partar av eini tí mest dramatisku uppgerðini higartil

Fótbóltur

Tá ið ÍF fer at vitja NSÍ munnu minnini frá mest dramatisku uppgerðini higartil í ár kveikjast hjá teimum, sum vóru eygnavitni, tá ið NSÍ í 5. umfari, sum var á skránni 30. apríl, vann 3-2 á heimavølli ímóti ÍF. Dramatikkurin var serliga stórur síðstu løtuna, tá ið bæði liðini skoraðu, tá ið reyða kortið var á lofti, og tá ið ÍF í yvirtíðini misnýtti brotsspark.

Tað er felags fyri bæði feløgini, at tey hesa seinastu tíðina hava havt undanvind. NSÍ hevur vunnið seg fram á silvurplássið, og ÍF hevur vunnið seg burtur frá størsta vandanum fyri at missa plássið í bestu deildini. At fuglfirðingar mikukvøldið megnaðu fulla úrtøku ímóti B36 hevur sjálvsagt styrkt um sjálvsálitið.

Undan oyggjauppgerðini eru bæði feløgini eisini manningarliga væl fyri. Hjá NSÍ er Jóhan Troest Davidsen tøkur aftur, eftir at hann mikukvøldið sat leikbannið av sær, sum útvísingin á Toftum sunnudagin var orsøk til. Allir hinir spælararnir eru tøkir. Eisini Øssur Dalbúð, sum endaði á skaðastovuni á Landssjúkrahúsinum mikukvøldið.

Jens Joensen var vinstri vongverji mikukvøldið. Tað plássið fer Aco Pandurovic at røkja sunnudagin, tá ið Jóhan Troest Davidsen aftur verður undir liðini á Óla Hansen í miðverjuni.

Hjá ÍF fegnast Albert Ellefsen og spælararnir um fyrsta sigurin síðani venjaraskiftið. Tað er kapping um plássini. Áki Petersen og Jonn Thomsen hava verið uttanfyri í fleiri umfør. Mikukvøldið var tað Knút Vesturtún, sum røkti miðverjuplássið undir liðini á Bartali Eliasen.