Minogue rundar 40

Australska poppdrotningin Kylie Minogue fylti 40 ár mikudagin

Kylie Minogue er best kend sum songkvinna, men hon byrjaði sína yrkisleið sum sjónleikari. Skjótt var tað tónleikurin, sum fylti meira, og hon er saman við Madonnu einasta kvinna, sum hevur verið ovast á hitlistum í 80’unum, 90’unum og í hesari øldini. Kylie Minogue hevur givið 10 studiofløgur út. Fyri nøkrum árum síðani stríddist hon við krabbamein, men síðani hevur havt gjørt comeback við nýggjum tónleiki og konsertferð.