Minst 40 fólk eru deyð eftir ein harðan jarðskjálvta í Kolombia í dag.
Tað upplýsa ein guvernørur og borgarstjórar í fleiri býum sambært Reuters og AFP.
Jarðskjálvtin rakti Chocó-landslutin vestarlaga í landinum tíðliga í morgun lokala tíð.
Í Cali, sum er ein av størstu býunum í Kolombia, eru minst 20 bygningar rapaðir saman. Borgarstjórin Alejandro Eder sigur sambært Reuters, at fólk sita føst undir húsaleivdunum.
Seks smærri flogvallir vestarlaga í Kolombia hava fyribils steðgað øllum virksemi, upplýsir kolombiska loftferðslumyndugleikin.
Ósemja er um, hvussu harður jarðskjálvtin var. Kolombiska jarðfrøðiliga stovnurin metir styrkina til 6,6, meðan amerikanski jarðfrøðiliga stovnurin USGS hevur mált hann til 7,4.
Skjálvtin merktist eisini í høvuðsstaðnum Bogotá og í grannalandinum Venezuela.
Myndugleikarnir eru nú í ferð við at fáa greiðu á skaðunum. Fleiri fólk eru særd í Quibdó, høvuðsbýnum í Chocó, og stúrt verður fyri eftirskjálvtum.
Danska uttanríkisráðið hevur eisini dagført ferðavegleiðingina fyri Kolombia og ávarar um eftirskjálvtar. Flogvallir og onnur undirstøðukervi kunnu vera ávirkað.










