Í gjár var J-dagur. Tað er dagurin tá ið jólabryggið verður at fáa í Rúsum og ølsølum kring landið og eisini skeinkistøðini kring landið hava gjørt nógv burtur úr.
Tað plagar at lokka nógv fólk í býin, og J-dagurin í ár var einki undandak, tí løgreglan sigur, at tað var rættiliga lívligt í náttarlívinum. Men løgreglan sigur eisini, at sum heild var tað rættiliga friðarligt Í gjár gjørdi løgreglan nógv burtur úr at vísa seg við Rúsurnar og ølsølurnar kring landið, har tey prátaðu við nógv fólk - eitt fyri at forða fyri rúsdrekkakoyring.
Men í hesum sambandi vóru tað eisini nakrir bilførarar, sum fingu 1.000 krónur í bót fyri at tosa í hondhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu.
Løgreglan var eisini fjølment til staðar í náttarlívinum og har tey eisini høvdu samband við nógv fólk og tosaðu við tey. Og hóast løgreglan sigur, at tað hevur verið friðarligt sum heild er í hvussu so er eitt mál um harðskap meldað og tað málið arbeiðir løgreglan við.
Løgreglan sigur, at tað, tey hava fingið burtur úr higartil, er, at ein maður er lopin á ein annan, sum fekk nakað av skaða. Hann fór á skaðastovuna, har læknarnir hava staðfest skaða.
Løgreglan veit, hvør gerningsmaðurin er og hann varð tikin á støðina har hann hevur verið í nátt. Hann er skuldsettur fyri harðskap og hann skal avhoyrast í morgun. Síðani verður málið lýst til fulnar, áðrenn støða verður tikin til, hvussu farast skal fram. Løgreglan sigur, at gerningsmaðurin hevur áður verið í hóslag við rættarskipanina fyri harðskap.
Eitt annað mál um harðskap er eisini fráboðað, men har skulu avhoyringar gerast, so enn er óvist, hvat niðurstøðan verður.