Veljarakanning
Fyri viku síðani setti andstøðan fram misálitisuppskot á Jóannes Eidesgaard, løgmann, í sambandi við, at samgongan vildi leingja tingarbeiðið í tvær vikur við at broyta freistina at útskriva løgtingsval úr seks niður í fýra vikur.
Hetta kom tó ongantíð til atkvøðugreiðslu, tí Sambandsflokkurin kom við broytingaruppskoti, so hetta ikki skuldi koma í gildi fyrr enn 1. januar 2009. Úrslitið av hesum gjørdist, at løgmaður útskrivaði val sama kvøld, og tí varð hvørki atkvøtt um misálit ella broytingaruppskot.
Sambært veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin, heldur ein rættiliga stórur meiriluti føroysku veljarunum, at tað var skeivt av andstøðuni at leggja uppskotið fram. 65 prosent halda, at uppskotið ikki átti at komið í tingið. 23 prosent halda, tað var rætt, meðan 13 prosent ikki siga seg vita.
Um hugt verður eftir floksbýtinum ávikavist í nei, ja og vita ikki-svarum, so er býtið 75, 16 og 9 prosent í Fólkaflokkinum, fyri Sambandsflokkin 74, 10 og 16 prosent, í Javnaðarflokkinum 92, 7 og 2 prosent, Sjálvstýrisflokkinum, 65, 20 og 15 prosent, Tjóðveldi 42, 41 og 17 prosent, Miðflokkinum 44, 35 og 22 prosent og í Miðnámsflokkinum 75, 0 og 25 prosent.