Tíbetur var eingin fólkaskaði, tá ein forvognur misti trailaralastina á gongubreytina við rundkoyringina í Jónas Broncksgøtu í Havn. Trailarin var á veg til Suðuroyar við vøru
Hvør orsøkin var til óhappið var ikki greitt, tá Sosialurin var á staðnum ? tað var beint eftir óhappið, og løgreglan var enn ikki komin á staðið.
Men forvognurin hevur av einhvørjari orsøk mist trailaralastina av, tá hann vendi oman á Havnargøtu í rundkoyringini. Bilurin var á veg til Suðuroyar við vøru, men tann vøran kemur neyvan upp á pláss í kvøld, tí vognurin sá tú til at hava fingið fitt av skaða.
Sum myndin vísir lendi vognurin beint á gongubreytini ? og ikki hevði borið til hjá nøkrum fótgangara at bjargað sær, so trongt har var. Men tíbetur var eingin fótgangari á staðnum.
Hetta er uttan iva eitt týðuligt dømi um, at trygdin ikki er í lagi. Annaðhvørt er ferðslan ov nær fótgangarunum ? ella hevur bilurin ikki verið í lagi. Men tað frætta vit helst nærri um seinni.