FIFA-styrkislistin
At Føroyar gingu fram á listanum hesaferð, kemst einamest av, at tað vóru aðrar tjóðir, sum mistu fleiri stig enn okkara farna mánaðin.
At farið verður út um oktober mánað merkir, at stigini, sum eru vunnin fyri fimm árum síðani um hetta leitið gerast alt minni verd, og tí minkar sonevndi koefficenturin hjá Føroyum.
Lítið er at ivast í, at skulu Føroyar aftur vinna seg nakað uppeftir á listanum, so er at vóna, at lukastið til komandi EM-undankapping sendir okkum í ein av størru bólkunum. Tað stendur longu greitt, at bólkarnir hesa ferð verða nakað størri, enn teir hava verið, og tí kemur í øllum førum eitt lið at vera í okkara bólki, har vit eiga at hava ein hampuliga góðan møguleika. Og gerst talan um ein av størru bólkunum, so kann talan - við nakað av hepni í lutakastinum - gerast um tvey slík mótstøðulið.
Á toppinum á listanum er størsta broytingin hesafeðr, at Kekkia er farið fram um Holland á øðrum plássinum. Sæð burtur frá mest sum suverena oddasessinum hjá Brasilia, so er talan tó um sera harða kapping um ovastu plássini. Bara fimm stig eru á muni millum nummar tvey og trý. Og millum nummar fýra og nummar átta eru bara seks stig.
Seinasti styrkislistin sær soleiðis út. Tølini í klombrum siga frá, hvørja støðu londini høvdu á listanum fyri oktober mánað:
NrLandStig
1 (1)Brasila841
2 (3)Kekkia796
3 (2)Holland791
4 (4)Argentina774
5 (5)Frakland772
6 (8)Spania771
7 (6)Mexico768
8 (7)USA766
9 (9)Ongland757
10 (9)Portugal754
13 (14)Danmark732
14 (13)Svøríki731
38 (37)Noreg649
45 (44)Finnland619
93 (92)Ísland487
313 (134)Føroyar332