Mítt sjúkrahús, mín brúgv og mín vegur - maktin er lokal

Lesa vit uppskotini frá valdu tinglimunum um dialysu í Klaksvík, brúgv í Skálafirði og vegastrekki við Streymin, so er tað ein sannroynd, sum einki kann gerast við, at løgtingsvalið og tess valdu valevni eru lokal. Reint lokal.

birkblog:

 

Men tað var ikki tað, sum skiftið frá gomlu skipanini legði upp til. So eg seti meg í morgun við skúlatelduna, sum nú er søgubókin.

 

Valið til Føroya løgting gjørdist eitt valdømi við eini lógabroyting, sum varð samtykt í 2007 og brúkt fyrstu ferð til løgtingsvalið í 2008, sigur vitlíkið á skúlatelduni. Hetta var úrslitið av fleiri áratíggjum við kjaki um ójavnan millum umdømini og ynski um at gera valskipanina meira rættvísa. Fram til 2008 vóru Føroyar býttar í seks valdømi: Norðoyggjar, Eysturoy, Streymoy uttan Havn, Suðurstreymoy, Vágar og Suðuroy.

 

Vitlíkið hjá Microsoft, sum er á skúlateldunum, heldur lítið um gomlu skipanina. Hon førdi til ójavnt vald, tí summi valdømi høvdu nógv færri veljarar per tingmann enn onnur. Harumframt eina sterka lokalbinding, tí flokkar og tingfólk arbeiddu ofta fyri “sítt” øki heldur enn fyri landið sum heild. At enda tekur vitlíkið saman um við at siga, at valstríðið var ójavnt, tí flokkar máttu skipa valstríð í seks økjum við ymiskari tyngd. Longu í 1980’unum og 1990’unum byrjaði kjakið um at gera skipanina meira javna.

 

Fleiri uppskot vóru frammi gjøgnum árini. Í 1990’unum mæltu nøkur tingfólk og serfrøðingar til at minka talið av valdømum, ella gera eitt felags valdømi. Tað fekk tó ikki meiriluta.

 

Ein breið politisk nevnd arbeiddi frá árinum 2000 til 2007 við einum valreformi, og kom til ta niðurstøðu, at eitt eitt valdømi var tann mest rættvísa loysnin, at valúrslit skuldu roknast við d’Hondt-skipan og at landið skuldi hava 33 tinglimir, sum áður. Hetta gjørdist grundarlagið undir endaliga uppskotinum.

 

Í 2007 samtykti Løgtingið broytingina í vallógini, sum segði, at Føroyar eru eitt valdømi, at allir tinglimir verða valdir landsumfatandi, at flokkar fáa tingfólk eftir samlaðum atkvøðutali og at persónskrossar avgera raðfylgju innan flokkarnar. Hetta var ein av størstu valreformunum í nýggjari tíð, sigur skúlavitlíkið hjá Microsoft, Copilot.

 

Valið 19. januar 2008 var tað fyrsta við einum valdømi. Úrslitini vístu beinanvegin, at atkvøðutalið gav beinleiðis útslag í tingmannatali, at smærri flokkar fingu lættari at vinna umboðan og at lokalpolitiskur ójavni minkaði munandi.

 

Hvat broytti hetta í verki, spyr vitlíki uttan lærara og púra retoriskt -?

 

Svarið er fyrst og fremst rættvísi, tí atkvøður í Suðuroy og í Havn vigaðu nú líka nógv. Síðan er tað nú galdandi, at flokspolitikkur kom fram um lokalpolitikk, tí flokkarnir fóru at hugsa meira landsumfatandi. Í triðja lagi nevnir vitlíkið hugtakið nýggja valfrøði, og sigur, at valstríðini gjørdust meira miðsavnað og sjónrøtt.

 

Niðurstøðan er, at gongdin móti einum valdømi var long og politiskt torskild. Men við lógabroytingini í 2007 og valinum í 2008 varð skipanin løgd um til eina meira javna, modernaða og landsumfatandi valskipan.

 

- Hví heldur tú so, kæra vitlíki, at valevni frá Klaksvík og Eysturoynni nú velja at viðgera lokalbundin uppskot um sjúkrahús í Klaksvík, eina brúgv í Skálafirði og ein vegastubba við Streymin?

 

Svarið kemur prompte: Tað, at vit hava eitt valdømi, broytir ikki menniskjans grundleggjandi politiska atferð. Valevni úr Klaksvík og Eysturoynni halda fram at tosa um sjúkrahús, brýr og vegir - tí lokalpolitikkur er framvegis ein sterkur máttur og drívmegi, hóast valskipanin er broytt.

 

Fyrst og fremst tí, at lokalpolitikkur er valfrøðiliga sterkur - eisini í einum valdømi. Hóast alt landið nú er eitt valdømi, so eru atkvøðurnar framvegis bundnar at fólki, sum búgva á ávísum støðum. Valevnini vita, at tey fáa sínar flestu persónligu atkvøður frá sínum nærumhvørvi, at veljarar vilja síggja, at “teirra valevni” stríðist fyri teirra øki og at lokalar loysnir skapa týðuligan profil í valstríðnum. Tað er klassisk valfrøði: Persónlig atkvøða = lokal trúvirði.

 

Síðan er tann sannkenning, at eitt valdømi broytti skipanina, men ikki psykologiina. Lógin frá 2007 gjørdi valskipanina rættvísari, men hon broytti ikki lokalt kensluband, lokala kapping millum økir og lokalar politiskar identitetir (Klaksvík, Eysturoy, Suðuroy, Vágar og so framvgeis). Tað er ikki valskipanin, men mentanin, sum heldur lokalpolitikki á lívi.

 

Í triðja lagi er tað greitt, at lokal mál eru sjónlig, løtt at skilja og geva skjótan vinning. Eitt sjúkrahús í Klaksvík, ein brúgv í Skálafirði, ein vegastubbi við Streymin eru konkret mál, kunnu vísast fram á myndum og kortum, kunnu skapa kensluligt gagn fyri veljarar og eru symbolsk fyri, at “vit verða ikki gloymd”. Í einum valstríði er tað nógv lættari at selja, enn abstrakt mál sum “samfelagsbroytingar”, “strukturpolitikk” ella “langtíðar fíggjarpolitikk”.

 

Í fjórða lagi er greitt, at flokkarnir hava eisini áhuga í lokalum kjaki. Teir vita, at lokal mál skapa engasjement, at lokalt kjak fær fólk at møta upp og atkvøða, og at lokal mál kunnu draga veljarar frá øðrum flokkum. Tí loyva flokkarnir valevnum at profilera seg lokalt - hóast skipanin er landsumfatandi.

 

Í fimta lagi sigur vitlíkið á skúlatelduni, at lokalpolitikkur er eisini ein partur av maktspælinum. Tá stórar íløgur verða gjørdar, so er tað arbeiðspláss, útbygging, virðisøking og politiskur kapitalur. Tað er ikki bara lokalur romantikkur - tað er makt.

 

Og so er tað tað mest menniskjaliga av øllum, leggur vitlíkið endaliga afturat: Fólk vilja hava, at onkur stríðist fyri tey og teimum. Tað er sama um tað er ein brúgv, ein tunnil, ein sjúkrahúsdeild, ein skúli ella ein vegur. Veljarar vilja síggja sínar politikarar viðgera teirra gerandisdag. Tað er ein psykologisk mekanisma, sum eingin valskipan kann sletta burtur.

 

Niðurstøðan hjá skúlavitlíkinum Copilot er, at tað, at vit hava eitt valdømi, hevur givið eina javnaðari valskipan, men tað hevur ikki tikið burtur lokalpolitikkin. Tí veljarar hugsa lokalt, valevni fáa sínar atkvøður lokalt, flokkar vita, at lokal mál skapa orku, lokal íløga er politiskur kapitalur og menniskju vilja hava sínar egnu røddir í tinginum. Tað er ikki eitt paradoks - tað er bara politikkur, sum menniskju veruliga liva hann.

 

Soleiðis mælti hann í morgun, vitlíkislærarin á skúlatelduni hjá Microsoft. So er spurningurin, um øll tech stórvirki eru av tí ónda, og bæði skermur og vitlíki skulu avmarkast, ja kanska bannast, í føroyska skúlanum, akkurát sum tá royndirnar, ið skulu endurspegla ársins avrik, ikki loyva næmingum at vera ídbundir, men avkvettir. Eg haldi ikki. Tí sjálvandi finna teir klókastu næmingarnir loysnir, sum hinir ikki gera. Vandin er, at kanska er tað so, at skúlin í sjálvum sær við høvdinum undir arminum enn er garanturin fyri stættarsamfelagnum.

 

Livst, so spyrst.