Mjølnir letur ikki steypið frá sær

Hóast kvinnurnar hjá Mjølnir hava mist nógvar lykla­leikarar seinastu árini, so hava tær eina góða stammu og halda eitt støði, sum eingin annar røkkur. Leygardagin slógu tær rimmarfast, at steypið hoyrir heima í Klaksvík. Við 3-0-stórsigri á Fleyr í steypa­finaluni vunnu tær steypagull fjórða árið á rað

Tað vóru tey bæði fremstu liðini í Eik-liguni hjá kvinn­um, sum høvdu vunnið sær pláss í steypafinaluni á stóra steypafinalutiltakinum hjá flogbóltinum í høllini á Hálsi um vikuskiftið. Mjølnir sum fremsta lið og Fleyr sum næst­fremsta lið. Tað var eisini í tráð við stigatalvuna, har Mjølnir hevur ein tepran trý stig mun til Fleyr og hev­ur leikt ein dyst færri, at tær máttu metast at vera ein lítil favorittur at leggja lunnar undir eini greipu í ár.
Tær úr Fleyr hava nýliga vunnið seg upp á tindarnar aftur og hava eitt ungt lið við einans tveimum leikarum, ið hava verið í steypafinaluni áður – nevniliga Birita Joensen og Anja S. Danielsen.

Tær royndu kiksaðu
Tær var, kanska sum væntað, tað meiri óroynda liðið hjá Fleyr, sum fekk eina verri byrjan. Aldursforsetin hjá Mjølni, Marjun Kalsø, byrjaði við servuni og tað var ikki besti innanhýsis dysturin at byrja við. Alt fyri eitt var 3-0, 5-1 og 7-2 til Mjølnir, og Kristian Mikkelsen, Fleyr-venjari, mátti taka time-out. Hesa løtuna hevði Anja S. Danielsen, sum bara var ein av tveimum, sum hevur roynt at verið í finaluni áður, og má metast sum ein tann roynd­asta, sligið tveir bóltar bein­leiðis í netið. Nervar tóktust at spæla inn.
Time-out'ið riggaði ikki. Løtuna eftir gjørdu tær úr Fleyr nógvar tekniskar villur, so sum yvirtraðk og hendur í netið.
Fleyr var tó við at mynda nakrar góðar bóltar saman við Mjølni, sum stóðu trygt á vøllinum og allar gjørdu sítt arbeiði, sum jú hevur borið tær so langt og eisini gjørdi útslagið við dystarbyrjan.
Mjølnir hevði vunnið sær neyðuga stóra leiðslu longu at byrja við, og hesa leiðsluna hildu tær alt settið og vunnu harvið tað fyrsta bæði trygt og uppiborið 25-17. Eitt sett, sum varð vunnið upp á rutinu og fáar villur.

Enn ein ring byrjan
Heldur ikki í øðrum setti spældi Fleyr við frá byrjan hetta setti. Áðrenn øll høvdu sett seg úr steðginum ímill­um fyrsta og annað sett, var støðan 3-0 til Mjølnir. Fleyr svaraði tó væl aftur og kom upp á 3-2, áðrenn Mjølnir aftur svaraði væl og virðiliga aftur og kom á odda 6-2.
Stundum vóru sjey bóltar á muni, og tað kendist sum hetta var alt ov nógv til at Fleyr kundi koma aftur í dyst­in, men við støðuna 18-12 fekk Anja S. Danielsen hjá Fleyr servuna og hon setti trýst á við nøkrum kanón­servum og tær komu upp á 18-16. Eisini Súsanna Ludvig hevði nakrar góðar blokkar einsamøll.
Men so skjótt Fleyr nærk­aðist, ressaðist Mjølnir og fekk lagt neyðugu fjar­støð­una til Mjølnir. Tað gjørdu tær við einfaldum spæli og serliga góðum verju­spæli, sum gjørdi tað drúgt hjá Fleyr at sláa ígjøgn­um, men hin­vegin borð­reiddi hetta eis­ini við fleiri góðum, lív­lig­um og áskoðara­vinar­ligum bóltum.
Fleyr argaði eitt sindur og minkaði niður í tveir bóltar, 23-21, men tað var eisini tað og settið endaði 25-21 til Mjølnir. Lutfalsliga lætt og ein­falt hjá Mjølnir, sum aftur vann hetta settið við eini ógvu­liga góðari byrjan, sum skapti eina leiðslu, ið ikki var til at hála inn aftur hjá Fleyr.

Mjølnir strálaði
Í triðja setti var tað um­ráð­andi hjá Fleyr at fáa góða byrjan, tí aftanfyri 3-0 í bæði fyrsta og øðrum setti var mótbrekkan enn bratt­ari enn frammanundan. Hesa­ferð megnaðu tær at koma upp á 1-1, men tað var eisini tað. Mjølnir vísti av álv­ara sín klassa hetta settið, sam­stundis sum korthúsið fullkomiliga rapaði hjá Fleyr. Løgnar tekniskar villur og vón­leys smasj gjørdu, at støðan einu løtuna var heili 21-8 til Mjølnir, sum tók sær møgu­leikan at seta nakrar av teimum minni royndu á vøllin og geva teimum eitt upp­livilsi.
Fleyr pyntaði nakað um úrslitið, men at enda stóð 25-14 og 3-0 til Mjølnir, sum var ein fult uppiborin stórsigur ímóti einum Fleyr-liði, sum vísti seg at vera ov óroynt og ikki fekk spælið at hanga saman. Mjølnir hinvegin gjørdi tað ikki ov trupult og við ein­faldum spæli og fáum villum yvirskuggaðu Mjølnir havna­felagið og vann trygt 3-0 við settúrslitunum 25-17, 25-21 og 25-14.
Hetta er fjórða árið á rað, at Mjølnir vinnur steypa­kapp­ingina hjá kvinnum. Trý tey undanfarnu árini hev­ur tað verið ímóti SÍ, men hesa­ferð var tað altso ímóti Fleyr.
- - -

Margit Joensen: Eingin væntaði
okkum at koma langt

Margit Joensen, sum við 80 landsdystum á baki er mill­um tær royndastu hjá Mjølni, metti eftir dystin, at tær høvdu royndirnar á teirra síðu, eins og at tær hava verið undirmettar við kapp­ingarársbyrjan.
– Tá ið kappingin byrj­aði í ár, tá søgdu nógv lið, at vit høvdu mist nakrar leikarar og at vit ikki fóru at koma langt. Tað skal man helst ikki siga við okkum. Tvætl, men vit eru øgiliga góðar, og tað tori eg væl at siga. Vit høvdu royndirnar á okkara síðu og eg haldi ein sá á eyg­unum hjá okkum, at vit vildu meiri vinna enn tær, segði Margit, sum síðani var spurd um hvussu hetta Mjølnir-liðið stendur seg í mun til fyrrverandi lið, sum hon hevur verið part­ur av.
– Trý tey seinastu árini hava vit havt eitt sterkt lið við Birgit, Sofíu, Einu og Urd. Sum vit hava sæð í ár, so hava aðrar traðkað til og eru vaksnar við upp­gáv­uni. Liðið í fjør var betri, men liðið í ár er gott nokk til at vit eru ovast og eg vil siga, at vit eru góðar í løt­uni. Álopið slær ikki eins hart, men vit hava m.a. Gudrid, og eg vil siga, at vit hava eina øðrvísi styrki, segði Margit.
Vit bóðu Margit meta um Fleyr-liðið.
– Eg vildi mett, at tær kundu fingið meiri burtur­úr. Tær tóktust ov fjáltur­stungnar. Bonkurin var góður, so tær hava nógv gott fólk. Anja ger tveir feilir beinanveg og Birita eis­ini ein, og tær eru tvær av teimum royndu. Tað av­ger ongan dyst, men tað hevði nakað at siga, at tær ikki vóru sterkar nokk tá, segði Margit.
Hon fegnaðist um, at Mjølnir vísti sálarliga styrki.
– Vit hava sum slagorð, at viljin at vinna skal vera størri enn óttin at tapa. Um vit missa ein bólt, so hugsa vit come on og taka tann næsta, segði Margit Joensen at enda.

- - -

Anja S. Danielsen: Umstøðurnar ávirkaðu okkkum

Anja S. Danielsen, sum gjørdist dagsins leikari hjá Fleyr, metti eftir dystin, at eitt nú umstøðurnar gjørdu sítt til at tær spældu illa og taptu so sannførandi.
-Vit eru við nakrar løtur, men tað virkar sum vit tveita tað burtur við býttum villum og vánaligum verjuspæli. Í einum slíkum dysti hava royndirnar alt at siga, og tað sá ein væl. Vit vóru ógvuliga ávirkaðar av umstøðunum og visti ikki hvussu vit skuldu takkla tær. Mjølnir spældi trygt og virkaðu ikki ávirkaðar av umstøðunum. Tær skuldu næstan bara spæla bóltin yvirum á okkara síðu og so gjørdu vit villurnar, segði ein vónbrotin Anja eftir dystin.
- Taktikkurin var fyri tað mesta at blokka teirra bestu álopsleikarar og so gera alt fyri at vinna okkara álop. Vit høvdu eisini tosað um umstøðurnar áðrenn. Tað, at vit skuldu brúka tær á ein positivan hátt og at tað ikki var nøkur grund til at gerast nervøsar. Men hesin taktikkurin riggaði als ikki. Tær fingu alt ígjøgnum okkara blokk og vit vunnu eingin av okkara egnu álopum. Vit blivu eisini ávirkaðar av umstøðunum, og tí taptu vit so sannførandi, segði Anja S. Danielsen at enda.