Luka Modric hevur verið í Real Madrid síðani 2012, og har fer hann at vera nøkur ár aftrat.
Tað var annars lagt upp til, at 37 ára gamli Luka Modric fór at gera sum Cristiano Ronaldo og skifta til Al-Nassr í Saudiarabia. David Beckham og Inter Miami lógu eisini framvið at fáa Luka Modric til MSL.
Men Modric hevur avvíst bæði Al-Nassr og Inter Miami.
Stóri spanski ítróttarmiðilin, Marca skrivar, at Luka Modric og Real Madrid fara at leingja sáttmálan, ið annars gongur út í summar.
Lættbeinti kroatiski miðvallarin heldur, at hann hevur framvegis nógv at geva Real Madrid, og Marca væntar, at tað fer at ganga skjótt hjá Real Madrid og Modric at koma til eina semju um ein nýggjan sáttmála.