Norska felagið hjá Jákup Mikkelsen, Molde, hevur nú boðað frá, at teir frá komandi kappingarári at rokna hava gjørt sáttmála við 24 ára gamla svian, Eddie Gustafson.
Hóast unga aldurin, so hevur Gustafsson longu spælt úti við100 dystum í bestu svensku røðini, og hann hevur leingi verið mettur sum eitt hitt størsta málverjatalentið í svenskum fótbólti. Nakað sum eisini hevur kastað tveir A-landsdystir av sær.
Sjálvur sigur Gustafsson, at ætlaninar hjá Molde um europeiskan fótbólt samsavara væl við egnu ætlaninar, og at hann ætlar sær at gera sítt til, at hetta kann røkkast.
Sáttmálin hjá Jákupi Mikkelsen við Molde rennur út á nýggjárinum, og við keypinum av Gustafsson er helst ivingarsamt, hvar framtíðin hjá føroyska málverjanum fer at verða.