Mikukvøldið tapti Molde FK fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum. Teir vóru í Oslo, har Lyn á tjóðarvøllinum Ullevaal vann 3?1. Molde var væl við í 1. hálvleiki, og í 11. minutti komu teir á odda, men seks minuttir seinni javnaði heimaliðið, og í 2. hálvleiki skoraðu teir tvey mál afturar.
Jákup Mikkelsen var aftur hesa ferð á beinkinum. Dystarvenjingina fær hann á næstbesta liðnum. Týskvøldið spældu teir í Tønsberg, har úrslitið var 1?1.
Føroyski áhugin fyri norskum fótbólti er kýttur at, hvussu tað gongst hjá Jákupi Mikkelsen. At hann ikki er á besta liðnum hjá Molde kemst av, at venjarin higartil hevur hildið seg til hin málverjan, Eddie Gustafsson. Hann var aftur millum stólparnar mikukvøldið, men hesa ferð er skoðsmálið einki serligt. Norsku fjølmiðlarnir halda, at hann var ikki sakarleysur, tá Lyn javnaði, og teir halda eisini, at hann átti sín part í síðsta málinum.
Um hetta fer at hava avleiðingar fyri málverjuplássið hjá Molde ber sjálvandi ikki til at siga nakað um. Tað ber til at ímynda sær, at ikki serliga sannførandi avrik hjá svenska málverjanum fer at hava við sær, at hann ikki verður úttikin til HM kappingina, og tað hevði ikki verið serliga heppið fyri Jákup Mikkelsen.
Rosenborg vann
Eftir eina sera trilvandi byrjan eydnaðist tað Rosenborg at vinna. Teir vitjaðu Lillestrøm og fóru norður aftur til Tróndheim við teptum 1?0 sigri. Tað kom heilt væl við hjá oddaliðnum.
Brann hevði í Bergen vitjan úr Oslo. Vålerengen fór til hús aftur við 4?0 sigri, og nú hongur Teitur Þordarson í klønum tráði. Men hann sigur seg ikki hava mist mótið.
Gamla Føroya felagið, Sogndal, hevði vitjan úr Bodø. Og tað eydnaðist enn eina ferð Bodø/Glimt at vinna og harvið at varðveita oddasessin. Hesa ferð vunnu teir 2?0, og fótbóltslagið í Norðurnoregi er framúr gott.
Hini úrslitini vóru hesi: Viking?Moss 4?1, Stabæk?Bryne 2?1 og Odd Greenland?Start 2?0.