- Arbeiðið at gera moldgoymsluna er í gongd, men longu nú ber til at koyra gras og avskurð frá havum vestur í moldgoymsluna, og atkoma er frá Eiðisvegi.
Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag.
Tað var í desember, at Vágs kommuna samtykti at keypa eitt øki vesturi á Eiðinum við tí endamáli at gera eina moldgoymslu.
- Samstundis skal útgrevstur og annað tilfar, sum verður koyrt vestur á økið, brúksst til at bøta um lendið, so tað við tíðini fær eitt meira náttúrligt dám aftur.
Í Vágs kommunu siga tey, at fyrireikingarnar framvegis eru í gongd.
- Men, borgarar kunnu longu nú koyra gras og avskurð frá havum vestur í moldgoymsluna, og kommunan hevur sett eina bingju upp, har avskurður kann latast.
Lagt verður aftrat, at atkomuvegurin til moldgoymsluna er frá Eiðisvegi, og um heimasíðuna www.vagur.fo er ein tekning, sum vísir, hvussu koyrast kann til økið.











