Eitt lítið lágtrýst sunnan fyri Føroyar fer í ein norðan. Seinnapartin fer eitt djúpt lágtrýst við Skotland spakuliga í ein landnyrðing, meðan tað viknar. Týsdagin fer eitt djúpt lágtrýst nakað sunnan fyri Íslandi spakuliga í ein landnyrðing eystan og leggur seg sunnan fyri Føroyar.
Í dag
Eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Sólglottar, men okkurt æl ella kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 6 hitastig. Um kvøldið og náttina klárt og yvirhøvur turt og hitin millum 4 kuldastig og 4 hitastig.
Í morgin
Lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s. Sólglottar, men eisini okkurt æl ella vátaslettingsæl. Hitin millum 2 og 5 stig, um náttina niður í nøkur kuldastig í støðum.
Týsdagin
Eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s, sum spakuliga øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri og landsynningi, 10 til 15 m/s. Sólglottar, tó møguliga ælaveður, seinni skýggjað og regn ella vátaslettingur. Hitin millum 2 og 6 stig.
Mikudagin
Strúkur í vindi upp í skrið av eystri og landnyrðingi, 13 til 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella vátaslettingur og hitin millum 2 og 6 stig. Um kvøldið og náttina makar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Tað klárar í, tó møguliga okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.
Hósdagin og fríggjadagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum øtlar í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og kava- ella vátaslettingsæl og hitin millum 1 kuldastig og 3 hitastig.