Tá eitt flogfar hjá Atlantic Airways skuldi seta seg á flogvøllinum í Billund fyrrapartin, var ein av fýra motorum óvirkin. Í Billund vóru tey fyrireikað til hesa lending, so øll tilbúgvingin stóð klár, um tað skuldi gingið galið.
Sambært heimasíðuni hjá Atlantic Airways fór alt trygt fram undir hesi lending, og flogfarið settist tó uttan stórvegis trupulleikar klokkan 11.00.
- Undir ferðini til Billund varnaðust flogmenninir, at oljutrýstið fall á einum motori og sløktu hann tí, so sum fyriskirvað er, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Atlantic Airways.
Tó sigur Jørgen Krab Jørgensen, stjóri á flogvøllinum í Billund, við Jyske Vestkysten, at tað var ein av motorunum, ið slóknaði.
Sambært Magna Arge, stjóra í Atlantic Airways, sleppa tey, ið skuldu heim við flogfarinum úr Billund, heim við einum øðrum flogfari, sum kemur úr Aalborg.
- Motorurin verður nú eftirhugdur, og ferðafólkini úr Billund koma heim í kvøld, upplýsir Atlantsflog.
Stjórin á flogvøllinum í Billund, Jørgen Krab Jørgensen, sigur við Jyske Vestkysten, at flogfarið setti seg uttan trupulleikar og til tíðina. Hann metir ikki tilburðin at vera dramatiskan, men sigur tó, at tað ikki er ofta, at slíkt kemur fyri.