Móttøka á Kambs­dali – út­bygg­ing av Mið­námi er liðug

Mánadagin 20. oktober klokkan 13.30 verður almenn móttøka á Kambsdali í samband við, at seinasta og størsta byggistig í út- og umbyggingini av Miðnámi á Kambsdali er liðugt.

Tíðindaskriv:

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum heldur røðu, skúlakórið syngur, og øll eru boðin til ein drekkamunn og okkurt gott til góman.

»Vit eru sera væl nøgd við nýggju karmarnar. Bæði í vavi og fakliga fara nýggju karmarnir at nøkta tørvin nógvu komandi árini. Vit hava loksins stór felagshøli, sum samstundis binda gomlu skúlarnar veruliga saman, og vit hava fingið nýtímans høli til náttúrulærugreinirnar. Eisini er køkurin umbygdur og víðkaður, og samstundis eru gomlu náttúrustovurnar tøkar til økta virksemið á Kambsdali,« sigur Christian Joensen, rektari.

Tað vóru Zeta arkitektar, sum vunnu arkitektakappingina á heysti 2018, men ikki fyrrenn í august 2023 bleiv ferð sett á sjálva byggingina, sum Búsetur hevur havt høvuðsábyrgdina av. 

Samlaði kostnaðurin fyri byggingina er um 94 milliónir.

 

##med2##

##med3##