Í eini politiskari viðmerking leggur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, meg undir at fara lætt um sannleikan í mini viðgerð av málunum um framtíðina hjá Atlantsflogi og ES- boykottið. Av fyri mær ókendum orsøkum, gerast hesar útsagnir hjá Sjúrði "tíðindir" á Portal.fo - uttan nakra viðgerð av, hvat er fakta í málinum, og uttan at eg eri spurdur.
Tað ger meg ikki bilsnan, at. Sjúrður enn einaferð brúkar hesa sera ódámligu framferðina. Eg eri sera ofta lagdur undir at hava sagt ósatt, tá Sjúrður hevur verið partur av eini ósemju um politisk mál. Hann veit jú av royndum, at eg altíð aftri meg við at svara uppá persónsálop ella at fara í slík víggj, har tað altíð gerst eitt slag av einum boksidysti, sum ongin kann finna høvd ella hala á ella fáa nakað skilagott burturúr. Og har bert fordómar kunnu váttast og fólk kunnu halda við "sínum parti" og spilla hin partin út.
Hetta er eftir mínum tykki tað klassiska og lægsta argumentið: Murudrápið (karaktermorðið) - ella "ad hominem"- argumentið. Far eftir manninum og ikki sakini. Og at siga ósatt um fólk við at leggja tey undir at siga ósatt, er eftir mínum tykki upp aftur verri.
Eg skal tí sjálvandi gera greitt, at eg havi ikki sagt ósatt. Men havi í beinleiðis orðaskifti á Rás2 sagt mína politisku hugsan um nøkur ítøkilig politisk mál og havi grundgivið fyri teimum:
1. Eg havi í eini samrøðu á Rás2 sagt meg vera sera ósamdan í tí, sum Sjúrður Skaale segði í Sosialinum 3. februar 2014, um framtíðina hjá Atlantsflogi, sum eg endurgevi orðarætt her:
Yvirskrivtin á greinini, sum var ein samrøða við Sjúrð Skaale, var: "Orkan skal brúkast til Vágar-Kastrup". Og í greinini verður Sjúrður endurgivin soleiðis:
"Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, er ein teirra, ið ferðast heilt nógv við Atlantic Airways, og tó at hann ikki sjálvur skal í lumman eftir pengum, tá ferðaseðilin skal gjaldast, tí tað ger Fólkatingið fyri hann, so heldur hann kortini, at tað er prísurin, sum eigur at viga allar mest, nú føroyska flogfelagið er fari uttanlands eftir strategum at seta út nýggja kós fyri felagið.
Og hann heldur, at leiðin til Keypmannahavnar hevur so avgerandi týdning í hesum sambandi, at aðrar leiðir eiga at strikast, um tær tyngja raksturin og tískil noyða prísin á danmarkarleiðini upp.
– Málið hjá Atlantic Airways skal vera púra greitt: Føroyingar skulu so bíliga sum gjørligt kunna sleppa til ein evropeiskan samferðslumiðdepil, altso eina altjóða lufthavn, haðani til ber at flúgva til allan heimin. Tann mest upplagdi ferðslumiðdepili hjá okkum at flúgva til er sjálvsagt Keypmannahavn, sigur Sjúrður Skaale.
At fáa tað at bera til fíggjarliga at flúgva til onnur ferðamál, er sjálvsagt eisini eitt mál, heldur hann, men um hetta skal fíggjast við stórum yvirprísum á rutuni til Keypmannahavnar, er betri at lata vera."
So kunnu fólk sjálvi meta um, hvørt nakað ósatt er sagt í orðaskiftinum um hetta.
2. Eg havi í eini samrøðu á Rás2 funnist at, at bæði okkara landsstýri og okkara fólkatingsumboð hava gjørt alt ov lítið við at kasta ljós á og leggja trýst á donsku stjórnina í sambandi við ES-boykottið. Eg havi sagt, at ístaðin hevur verið roynt at pakka hesa støðuna inn og at verja leiklutin hjá donsku stjórnini í málinum.
Hetta standi eg sjálvandi við, og eg havi lagt góðar grundgevingar fram fyri at siga tað. Sjúrði Skaale stendur sjálvandi eisini frítt at halda og siga, at eg havi gjørt ov lítið í málinum ella at eg skal hava pakkað okkurt inn. Og um eg tá skuldi lagt hann undir at siga ósatt, heldur enn at kjakast og grundgivið fyri mínum sjónarmiðum, so er onki politiskt orðaskifti møguligt.