Mvg-afturbering skal seta ferð á bústaðarbygging

Rentustuðulin verður avloystur av nýggjari mvg-skipan fyri nýbygging av bústøðum.

Landsstýrið ætlar at broyta stuðulsskipanina til nýbygging av bústøðum.

 

Í staðin fyri verandi rentustuðul verður sett í verk ein tíðaravmarkað skipan, har fólk kunnu fáa mvg aftur í sambandi við nýbygging.

 

Sambært ólavsøkufrágreiðingini verður skipanin avmarkað bæði viðvíkjandi stødd og hægstu upphædd, sum kann latast aftur.

 

Endamálið er greitt.

 

– At stimbra bygging av nýggjum búeindum og harvið økja um útboðið av bústøðum, skrivar landsstýrið.

 

Bústaðarmarknaðurin hevur í fleiri ár verið undir trýsti, serliga í miðstaðarøkinum, og landsstýrið metir, at størri útboð er ein fortreyt fyri at fáa javnvág á marknaðin.

 

Samstundis verður skatturin av sølu av fastogn endurskoðaður. Landsstýrið sigur, at endamálið við hesum er at tálma spekulatión í bústøðum.