Myndakalendarin fluttur í Miðlahúsið

Tá Føroya Myndakalendari 2009 var klárur, boðaðu hjúnini Jákup Andreas og Solveig Arge frá, at hetta fór at verða tann seinasti. Tó er Myndakalendarin ikki farin í søguna. Aðrar hendur taka við, har hinar sleptu, og myndakalendarin 2010 er nú klárur

Myndakalendari

Rógvi Nybo

[email protected]


Føroya Myndakalendari hevur í nógv ár verið fast innbúgv í teimum flestu føroysku heimunum og í nógvum útlendskum heimum við.

Í fjør kom tann 30. myndakalendarin í røðini á gøtuna. Men samstundis boðaðu hjúnini Jákup Andreas og Solevig Arge, sum í 30 ár høvdu givið kalendaran út, frá, at hetta fór at vera tann síðsti.

Tá tað kom fram, at tann síðsti myndakalendarin kom út, høvdu fólk hug at tala at.

- Ein kona hevur júst verið inni á gólvinum og sagt, at vit mugu ikki gevast, tí hon kundi ikki vera kalendaran fyri uttan, men avgerðin er tikin, søgdu Jákup Andreas og Solveig tá Sosialurin tosaði við tey 25.juli í fjør, fyri júst einum ári síðani.

- Kalendarin er góður ambassadørur fyri Føroyar, og hann liggur ikki í eini skuffu, men kemur á veggin at hanga. Og so mugu tey hava ein nýggjan hvørt ár, tí merki kemur í veggin, ið falmar av sólini, skemtaði Jákup Andreas tá.

Fólk hugsaðu kanska, at Føroya Myndakalendari nú var farin endaliga í søguna. Men har hesar hendurnar sleptu, hava aðrar nú tikið við, og í vikuni sum kemur, kemur Føroya Myndakalendari 2010 út á gøturnar, júst sum fólk kenna hann.


Vang fyri Arge

Jákup Andreas Arge stóð sjálvur fyri myndatøkunum til myndakalendaran, meðan konan Solveig orðnaði pappír og umsiting.

Tá tey bæði hava lagt frá sær, stóð spurningurin eftir, hvør skuldi taka við. Sum skilst vóru fleiri um boðið, men ein dagin í vetur kom Jákup Andreas sjálvur inn í Miðlahúsið, og spurdi, um áhugi var fyri at yvirtaka myndakalendaran.

Kvívíkingurin Jens Kristian Vang, ið hevur arbeitt sum myndamaður hjá Sosialinum í mong ár, ivaðist ikki eina løtu, og tók av tilboðnum.

Afturat sær hevur Jens Kristian eisini konu sína, Jóhannu, sum í eitt mannaminni hevur arbeitt í bókhaldinum á Sosialinum, og eins og Solveig var tað fyri Jákup Andreas, verður tað helst hon, ið kemur at taka sær av tí umsitingarliga partinum, meðan Jens Kristian hugsar um myndirnar.

Afturat Jóhonnu hava onnur fólk úr Miðlahúsinum eisini hjálpt til við fyrsta myndakalendaranum, sum nú kemur út í bókhandlarnar kring landið.


Krevur drúgva fyrireiking

At gera ein myndakalendara kann ljóða sum ein lættari uppgáva. Men tað er ikki bara sum at siga tað, at gera ein kalendara, ásannar Jens Kristian, nú fyrsti kalendarin er klárur.

Tað liggja nógvar og drúgvar fyrireikingar og planlegging aftanfyri hvørja mynd, eins og tú má passa tær bæði tíð á degnum, árstíð og stað.

- Ja, tað tekur langa tíð. Tú kann vera heldigur og fáa góðu myndina beinanvegin, og tú kann eisini standa í fleiri tímar uttan at fáa nakra góða mynd. Eitt nú var eg í Bø, og tók eina mynd, men noyddist at koma aftur dagin eftir, tí ljósið ikki passaði til, greiðir Jens Kristian frá.

Eisini onnur praktisk viðurskifti, so sum at vita hvør dagurin er á hvørjum dato, nær páskir og aðrar høgtíðir liggja og so framvegis, gera seg galdandi. Til hetta hevur Jens Kristian fingið skaffað sær eina serliga bók, »Kalendar fra Aarene 601 til 2200«, ið varð gjørd í ár 1868.

- Tá tað er ein kalendari, so má tað passa, sum stendur í honum. Tað er jú í har, at fólk hyggja, tá tey ivast í nær okkurt er. Um tað stendur skeivt í kalendaranum, so verður tað galið hjá øllum, sigur Jens Kristian.


Upp á mín máta

Tá Jákup Andreas Arge var liðugur við tann 30. Myndakalendaran, staðfesti konan Solveig, at tað varð vorðið trupult at finna myndevnir, og helt, at nú vóru øll myndevnini brúkt.

Hetta tykist tó ikki nerva Jens Kristian, sum greiðir frá, at hóast konseptið verður tað sama sum hjá Jákup Andreasi, fer hann at gera tað upp á sín egna máta, soleiðis sum hann sær myndirnar.

- Eg havi sitið og blaðað gjøgnum kalendarar, og hugt hvørjar myndir eru brúktar. Men hóast bygdin kanska er tann sama, so kann man síggja tingini upp á ein annan máta, frá einum øðrum vinkli ella í einum øðrum perspektivi, greiðir Jens Kristian frá.



Má altíð hugsa í myndum

Nú Myndakalendarin 2010 er gjørdur, og er klárur at koyra í bókahandlarnar, er arbeiðið at gera Myndakalendaran fyri 2011 longu farið í gongd.

- Tað fyrsta er sjálvandi at finna motivir. Men tú má eisini passa árstíðina til, eitt nú riggar tað ikki at koyra eina summarmynd til desember ella eina kavamynd til juli mánað. So hvønn dag má eg hugsa í myndum, og um ljósið er akkurát tað rætta, so má eg vera klárur at leypa avstað, tí tú veit ikki um tú fær fleiri møguleikar, vísir Jens Kristian á.


Ætla enn meira

Myndakalendarin 2010 er næstan identiskur við teir myndakalendarar, ið vit kenna frá øðrum árum. Men fyri komandi árini hugsar Jens Kristian um at fáa meira við í kalendaran.

- Ja vit ætla, at hann skal hava meira í av øllum, eins og teir fullfíggjaðu álmanakkarnir, soleiðis at næstan alt verður í einum kalendara, greiðir Jens Kristian frá.

Myndakalendarin 2010 verður at finna í handlunum kring alt landið frá í komandi viku, og kostnaðurin verður tann sami, sum hann hevur verið undanfarin ár.