Myndir: Fitt av fólki til barnatiltak

Á Føroya Tele pallinum byrjaði Summarfestivalurin í kvøld klokkan 19 við barnatiltaki.

 

Barnatiltakið var fjølbroytt, har eitt nú ein klovnur gjørdi triks. Onkur sangframførsla var eisini og sjálvsagt sluppu børnini eisini at syngja við.

 

Stuttligt var at hoyra gamlar sangir frá Kularøtum so sum 'Hon er omma mín' framførdar aftur. Tó við øðrvísi manning í ár enn fyri góðum 10 árum síðani.

 

Síggj nakrar myndir frá hesum hugnaliga barnatiltaki í dag.