Sum vit skrivaðu fyrr í dag, so er tað fyrstu ferð nakrantíð, at James Bond deyður í einum James Bond filmi. Og tað hendi í Føroyum, ella rættari út í Kallinum í Kalsoy – og tað serliga høvið var orsøk til serliga avdúkingina úti í Kallinum í dag.
Í hesum sambandi er nú reistur ein gravsteinur úti í Kallinum við áskriftini »In memory of James Bond 2062-2021. The proper function of man is to liv, not to exist«.
Tað var Bárður á Steig Nielsen, løgaður, sum avdúkaði steinin.
Bóndin á Trøllanesi, Jóhannus Kallsgarð, hevði boðið til avdúkingina úti í Kallinum í dag.
Ætlanirnar hava verið í umbúnað líka síðani James Bond filmurin No Time to Die varð frumsýndur.
Á Trøllanesi vænta tey, at filmurin rættiliga fer »at selja Kalsoynna« og fáa fleiri ferðafólk í oynna.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##
##med29##
##med30##