Myndir: M.A. Jacobsens virðislønir 2019 handaðar

Fyri løtu síðani vórðu Virðirlønir M.A. Jacobsens handaðar í Müllerspakkhúsi.

Tilsamans fýra virðislønir vórðu latnar í ár. Tríggjar virðislønir í navni M. A. Jacobsens, ein fyri yrkisbókmentir, ein fyri fagrar bókmentir og ein fyri mentanaravrik. Ein Barnamentanarheiðursløn varð latin.

 

Barnamentanarheiðurlønina fekk Bergur Rasmussen. Hesa fekk hann fyri arbeiðið sum týðari. Bergur Rasmussen, lærari, hevur týtt drúgv bókaverk til føroyskt, nevnast kunnu Harry Potter og Herviligi Henry.

 

Oddfríður Marni Rasmussen, lærari og høvundur, fekk virðisløn M.A Jacobsens fyri fagrar bókmentir. Hann fekk hesa fyri bókina "Ikki fyrr enn tá", ið eisini vann skaldsøgukapping, sum bókhandlarnir skipaðu fyri fyrr í ár.

Í 2000 fekk Oddfríður M. Rasmussen eisini M.A. Jacobsens virðisløn, tá fyri yrkingar.

 

M.A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir fekk Hanus Kamban fyri bókaverkið Hans Andrias 1 og 2. 

Hetta er ævisøga um skaldið Hans Andrias Djurhuus.

 

Virðisløn M.A Jacobsens fyri mentanaravrik fekk Bernharður Wilkinson, sum tey flestu kenna sum mannin, ið stjórnar Føroya  Symfoniorkestri, og hann er eisini á odda, tá orkestrið skipar fyri barnakonsertum. Hann er tónleikalærari og hann leiðir Tórshavnar Kamarkór.

Bernharður er breti, men rótin rann tó í Føroyum, tí abbi hansara var úr Sumba.

 

Síðani lagt varð til brots, kundu ein ella tvær M. A. Jacobsenvirðislønir verða latnar. Eftir 1972 skuldi onnur virðislønin latast yrkisbókmentum og hin fagurbókmentum. Frá 1985 bar eisini til at lata virðisløn fyri mentanaravrik, og nevndin fekk heimild til ikki at lata onkra av virðislønunum.

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð fyrstu ferð latin í 1977. Reglugerðin heimildar nevndini at lata upp til tvær virðislønir ella onga, um einki verk er mett at vera virðislønarvert. Í 2010 varð reglugerðin nakað víðkað og broytt og heitið Barnabókaheiðursløn varð broytt til Barnamentanarheiðursløn.

Kórini Fljóðljóð og Tórshavnar Kamarkór sungu til tiltakið í dag.

(Myndir; Álvur Haraldsen)

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##