Myndir: Minnisgonga fyri Kim Larsen

Umleið 30.000 fólk mintust Kim Larsen í Keypmannahavn í gjár

Seinnapartin í gjár savnaðust umleið 30.000 danir mitt í Keypmannahavn fyri at æra og minnast Kim Larsen. Tað varð skipað fyri einari minnisgongu, sum byrjaði á Christianshavn og endaði á Gammeltorv/Nytorv.  

 

Til minnisgonguna varð Kim Larsen og Gasolin tónleikur spældur allan vegin, og stemningurin var sera góður.

 

Sí myndir frá stóra tiltakinum niðanfyri, har danir siga farvæl við fólkakæra spælimannin.