Tað er mangt og hvat, ein landsstýrismaður má leggja oyru og eygu til. Um landsstýrismaðurin við heilsumálum, Bill Justinussen, hevur nakað skil fyri æðraknútum, sigur søgan einki um. Men tá hann tann 5. desembur var á vitjan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, slapp hann at hyggja inn gjøgnum lúkuna á skurðstovuni, har tey júst vóru í ferð við eina slíka skurðviðgerð.
Á myndini sær landsstýrismaðurin nakað forfardur út, men tað er heldur ikki hvønn dag, tú ert áskoðari til eina skurðviðgerð.
Nú fíggjarlógin varð samtykt beint fyri jól, mátti Bill lata sær lynda, at játtanin til heilsuverkið gjørdist 12 milj. kr. minni, enn landsstýrismaðurin hevði biðið um.
Hjá landsstýrismanninum er bara eitt at gera; at líta frameftir og halda eitt vakið eyga við, at játtaninar fyri komandi fíggjarár koma at halda.