Japanska farmaskipið - Wakashio - sum sigldi á eitt riv úti fyri Mauritius fyri trimum vikum síðan, er nú sambært lokalum myndugleikum mest sum farið í tvey.
- Tað var umleið klokkan 16.30 leygardagin, at vit staðfestu, at stórur partur av framskipinum nú er loysnaður frá afturskipinum.
Tað sigur landsins kreppunevnd við Reuters.
Skipsbrotið hendi hin 25. juli, og nú eru fleiri hundrað tons av tungolju og diesel likin í annars krystallklára havið kring vøkru oynna í Indiska havinum.
Sagt verður av Mauritius, at oljan, sum lekur úr skipinum, er ein hóttan móti korallunum á leiðini, sum roynt hevur verið at bygt uppaftur.
- Hetta er størsta umhvørvisvanlukka í landsins søgu, sum umframt at raka korallirnar, eisini rakar fugl og fisk á leiðini, verður lagt aftrat.