Nú er svartkjafturin seldur

Tað hevur gingið striltið við uppboðssøluni av svartkjafti. Í tveimum umførum hevur verið roynt at selja fyrstu 5000 tons av svartkjafti á uppboðssølu, men í báðum førum var minstiprísur ov høgur.

 

Í dag var ein triðja uppboðssøla hildin og hesuferð bragdaði.

 

http://www.fve.fo/I2net/Data/Register/c7740269-1f33-4129-9407-498b5100bcda/3464ca3b-87e6-4de7-ad89-ff3005e46320/ade88c21-d506-46ca-ba8e-af6144ded50d.jpgAfturlatin uppboðssøla av 5.000 tonsum av svartkjafti var í dag hildin av Vørn

Sølan endaði við, at:

P/F Næraberg v. farinum Norðingur keypti 1.900 tons
P/F Varðin v. farinum Jupiter keypti 1.000 tons 
P/F Framherji v. farinum Fagraberg keypti 300 tons
P/F Varðin v. farinum Tummas T keypti 1.000 tons 
P/F Varðin v. farinum Finnur Fríði keypti 800 tons 

Inn komu 7 boð.

Hægsta boðið var 15 oyru/kg og lægsta boðið var 8 oyru/kg.
Prísurin, ið allir skulu gjalda, varð 10 oyru/kg. 
Inn komu 500.000,- kr.
Minsti prísurin, ið landsstýrismaðurin hevði ásett, var 10 oyru/kg.