Nýggir sponsor-sáttmálar

Í hálvleikssteðginum í landsdystinum í gjár skrivaði Hondbóltssambandið undir tríggjar nýggjar sponsor-sáttmálar. Atlantic Airways, Sunset og Coca-cola hava seinnu árini verið høvuðsstuðlar hjá ávíkavist bestu mans- og kvinnudeildini eins og steypakappingini. Og hesar koma eisini komandi kapparingarárið at bera navnið á sponsorunum. Avtalan við Atlantic Airways varð longd fyri tvey ár, meðan avtalurnar við Sunset og Coca-cola vórðu longdar fyri eitt ár.