Nýggjársrakett kostaði honum dreymastarvið

Vagnur Nolsøe á Tvøroyri noyðist at vinka farvæl til tað arbeiði, hann droymdi um, tí ein nýggjársrakett kostaði honum tað mesta av sjónini í øðrum eyganum

Nýggjárshald

Í dag verður nýggjáraftan hildin úm alt landið. Fýrverk fyri milliónir verður skotið upp í royk og stór og smá skjóta og bresta hvørt um annað.
Á Tvøroyri gongur ein 23 ára gamal drongur, men hann fæst ikki so nógv við fýrverk og rakettir longur.
Kanska eru tað sporini sum ræða, hann veit tað ikki ordiliga. Veit bara, at hann tímir ikki so væl longur. Men hann heldur kortini, at innast inni kunnu tað væl vera minnini um eina nýggjársaftan fyri nøkrum árum síðani, sum enn spøkja.

Rakettin slóð bakk
Tá ið Vagnur Nolsøe var lítil, var hann líka grammur at skjóta rakettir og bresta fýrverk, sum øll onnur.
Men Vagnur er eitt livandi dømi um, hvussu tað kann ganga, tá ið illa vil til. Hann er eisini eitt livandi dømi um, at eitt óhapp kemur altíð sum snarljós av bláum himli.
Og eina minniliga nýggjársaftan í 1987 broyttist alt uppá eitt lítið sekund.
Vagnur minnist tað væl, sum hendi hesi nýggjársaftan, tá ið hann var sjey ára gamal.
?Vit vóru eini fimm systkinabørn í aldrinum sjey til 10 ára gomul, sum vóru farin til ein pápabeiggja at skjóta rakettir.
?Tað vóru einir tveir metrar ímillum okkum, tá ið vit skutu.
Tá ið tíðini var ikki so nógv tosað og hugsað um trygd í samband við fýrverk, men tey høvdu kortini tikið tey fyrivarni, sum vóru vanlig tá, tí tey øll høvdu rør, sum var sett fast í eitt stakikk, at skjóta rakettirnar upp úr.
Men brádliga vildi so illa til, at tann eina rakettin fór ikki upp í loft, sum ætlað. Hon sló bakk og brast beint í andlitið á Vagnuri.
Hetta var ein var ikki ein serliga stór rakett. Tvørturímóti var hetta ein rakett av tí slagnum, sum vanliga verður nevnd ?babyrakett? og tað eru helst tær minstu rakettirnar, sum fáast.
Men hóast rakettin var lítil, var tað ríkiligt til at gera stóran skaða.
? Tað var í sama viðfangi at eg sjálvur festi í eina rakett, at rakettin, sum varð skotin beint undir liðini á mær, sló bakk og rakti meg beint í vinstra eygað.
Vagnur minnist enn, hvussu tað sveið og hann græt og skríggjaði alla náttina.
? Eg fór beint á sjúkrahúsið, men morgunin eftir fór hann til Havnar, har hann lá á Landssjúkrahúsinum í einar 14 dagar.
Nakað aftaná fór hann til Danmarkar, har hann varð lagdur undir skurð.
Men eygað stóð ikki til atr bjarga og í dag er tað at kalla óbrúkiligt.
? Tað kann slett ikki brúkast at hyggja langt við, so til arbeiðis er tað óbrúkiligt. Men av neyð kann tað brúkast at lesa við, men tá má eg hava bæði linsur og brillur.
? Eg havi fingið at vita frá eygnalæknanum, at eg skal venja tað blinda eyga, so at eg av neyð kann brúka tað at lesa við, skuldi tað ólukkuliga hent, at okkurt hendir við hinum eyganum eisini, sigur Vagnur.
Tá ið tíðini varð tað ongin, sum tosaði um at hava verndarbrillur, tá ið fýrverk verður skotið.
Men sum orðatakið sigur: Brent barn ræðist eld. Og hóast vagnur ikki misti mótið eftir óhappið, brúkti hann altíð svimjibrillur eftir tað, tá ið hann skeyt rakettir.
Men hesi seinastu árini er áhugin fyri fýrverkið heilt fánaður burtur.
?Eg fáist slett ikki við rakettir longur, sigur Vagnur.
Hann sigur, at hugurin er heilt farin. Hann veit ikki hví, men innast inni kann tað væl vera, at tað er tankin um tað, sum hendi á nýggjárinum í 1987, sum spøkir enn.
Kortini er hann mangan og hjálpir til, tá ið tvørafólk fyrireika stóra nýggjárhaldið.

Mátti vinka dreymastarvinum farvæl
Umframt so gott sum at missa annað eyga, hevur hetta óhappið eisini havt aðrar avleiðingar fyri Vagn.
Tað eru nevniliga summi størv, sum krevja góða sjón á báum eygum. At verða politistur og at verða flogskipari eru tvey dømi um størv, har góð sjón krevst á báðum eygum.
Vagnur hevði ongar ætlanir um at gerast flogskipari. Men hann hevði ætlað at lært til politist. Men tað ætlanina má hann sleppa.
Sjálvsagt harmast hann um, at hann noyddist at vinka farvæl til dtreymastarvið. Men tá ið ein hurð er afturlatin, so er at finna eina aðra og tað er júst tað, sum Vagnur hevur gjørt.
Hann er farin til skips og nú siglur hann við Rankanum.
Hann hevur kannað málið og hevur fingið at vita, at hann sleppur á skiparaskúla, hóast sjónin á øðrum eyganum er so nógv niðursett.
Nú ætlar hann sær so at fáa siglingstíðina frá hondini og so ætlar hann sær á skiparaskúla.
Nolsøe fólkið á Tvøroyri eru tiltikin ítóttarfólk og Vagnur bregðar ikki heilt burturúr ætt.
Hann hevur spælt fótbólt og borðtennis og tað ger hann framvegis, tá ið hann er heima. Og hóast, serliga borðtennis er ein ítróttur, har tað gongur skjótt fyri seg, hevur tað ikki darvað hann nakað serligt.
? Men fýrverk er ikki at spæla við og verður ikki farið fram við størsta varsemi, kann óhappið henda, tá ið tú minst varnar tað. Tí er tað sjálvsagt ógvuliga umráðandi at brúka verndarbrillur.
Vagnur sigur, at serliga eyguni eru stórur missur.
?Vit hava bara tvey eygu í part og tað er umráðandi at ansa væl eftir teimum. Fer annað, er bara eitt eftir og eitt óhapp kann altíð henda, sigur hann.