Bók um Marionnu og Poul Johannes Lindberg úr Trongisvági er útkomin og verður framløgd í Kgl. Handlinum hjá T.F.Thomsen á Tvøroyri mikudagin kl 16.00 Tað verður Maria av Steinum, sum leggur bókina fram og greiðir frá bókini.
Í bókini eru greinar um teirra virksemi í seinnu helvt av 1800 og fyrru helvt av 1900 árunum. Har eru greinar um forfedrar og eftirkomarar teirra.
Poul Johannes og Marianna áttu serks børn, og itu tey Hans Jacob, Anna Kathrina, Elisabeth, Sigrid, Andrea og Thora.
Tey búðsettust øll í Trongisvági, uttan Andrea, sum fór til Fámjins.
Poul Johannes varð manna millum róptur fyri ?Poul Johs ALT?, tí hann gjørdi alt og visti alt. Hann var timburmaður og eisini bedingsmeistari. Hann var fastur maður á grannastevnu og harvið valdur til mong álitisstørv.
Nógvar søgur um hendingar hjá trongisvingum eru í bókini, m.a. tá Janus og Petur Karl fóru í eina holu eftir veðri. Um bústaðir kring Trongisvágsfjørð. Og hvussu gamal elsti trongisvingur bleiv.
Í bókini eru nógvar myndir heilt fram til dagin í dag.
Í sambandi við at bókin verður framløgd, verður eisini sangur á skránni, har ma. trongisvágssangurin, ?Har Atlansaldan?.? hjá Hans Henrik Strøm og ?Eg hitti fólk? hjá Jens Thorolf Dam, verða sungnir.