Nýggj uppboðssøla komin undir land:Eru til reiðar at taka kampin upp

Útróðrarmenn og fiskimenn fáa nú ein møguleika afturat at sleppa av við fiskin

Nú verður heilt skjótt ein uppboðssøla afturat fyri fisk sett á stovn í Føroyum.

Sostatt eru útlit til, at kappingin um fiskin undan Føroyum verður enn harðari, enn hon hevur verið.

Tað eru útróðrarmenn, sum nú hava tikið stig til at byrja nýggja uppboðssølu, og sum sostatt fara at taka kappingina upp við Fiskamarknað Føroya og telefonuppboðssøluna.

Útróðrarmenn hava leingi fýlst á sømdirnar, sum fiskaseljarar fáa frá Fiskamarknaðinum, umframt at teir halda, at tað er ov dýrt at selja á uppboðssøluni.

Tí er tað meiri enn eitt ár síðani, at útróðrarmenn fóru at umhugsa møguleikan at sovna eina alternativa uppboðssølu, sum skuldi taka kappingina upp við Fiskamarknaðin.

Og nú er ætlanin komin so langt, at nú letur tann nýggja uppboðssølan upp heilt skjótt.

Herfyri stovnaðu útróðrarfelagið í Norðoyggjum á Sandi og í Skopun, umframt línubatar, trolarar og einstaklingar, smápartafelagið Sjótorgið, sum skuldi standa fyri uppboðssøluni.

?Síðani hevur verið arbeitt við málinum og nú er komið undir land.

Esse Petersen í Norðdepli, sum er ein av stigtakarunum, sigur, at telefonvekslarin er á veg til Føroyar og hann verður settur upp fyrsta dagin.

Høvuðsstøðin hjá nýggju uppboðssøluni verður í Klaksvík.

Og tær fyrstu móttøkurnar verða eisini í Klaksvík og í Sandoynni, bæði í Skopun og á Sandi.

Maðurin, sum skal standa fyri uppboðssøluni, er funnin, men Essa Petersen vil ikki siga, hvør tað er, fyrrenn alt er fullkomiliga greitt.

Somuleiðis verður samráðst um at leiga eina móttøkuhøll í Klaksvík.

Annars er ætlanin at seta fleiri móttøkur á stovn, alt eftir tørvi og møguleikum.

Men ætlanin ætlanin er eisini at hava telefonuppboðssølu.


Gera tað bíligari

Essa Petersen sigur, at endamálið við teirri nýggju uppboðssøluni er at geva seljaranum betri sømdir.

Hann sigur, at sum er, verða seljarnir t.d. noyddir at skilja fiskin.

? Hetta er eitt krav, sum keyparin setir, men sum seljarin noyðist at gjalda.

Essa Petersen sigur, at hetta eru ikki tær einastu tænasturnar, sum uppboðssølan veitir keyparanum, men sum seljarin noyðist at gjalda.

Ella sagt heilt stutt. Vit hava ov stórar skyldur, men onga ávirkan.

Av tí sama er tað blivið ov dýrt hjá seljarunum at selja á uppboði.

Hann ivast ikki í, at tann nýggja uppboðssølan verður før fyri at selja fiskin væl bíligari enn tann, sum nú er, ogat avgjøldini tí fara at lækka.

Annars avdúkar hann sum minst av ætlanunum hjá nýggju uppboðssøluni.

? Tað vísir seg, at hvørja ferð, vit hava kunngjørt, hvat vit ætla, broytir uppboðssølan, sum er, sín politikk fyri at ganga kappingini á møti.

Hann sigur, at hetta vísir bara, at Fiskamarknaðurin tekur tað nýggju uppboðssøluna hjá Sjótorginum sum eina avbjóðing, sum skal takast í størsta álvara.

? Vit hava longu lagt til merkis, at Fiskamarknaðurin tekur kappingina frá nýggju uppboðssøluni í allar størsta álvara.

? Vit eru t.d. limir í seljarafelagnum, og har leggja vit týðiliga til merkis, hvussu hart Fiskamarknaðurin arbeiðir fyri at ávirka seljarar til at halda fram í Fiskamarknaðinum.

Av tí sama vil hann ikki siga nakað sum helst fyrrenn nýggja uppboðssølan er byrjað.

Nakran ávísan dag vil Essa Petersen ikki áseta enn fyri, nær nýggja uppboðssølan letur upp. Men nú verður tað ikki leingi, leggur hann hann afturat.