Nýggj vatnleiðing um vágna

Týsdagin varð nýggj vatnleiðing løgd tvørtur um vágna í Klaksvík. Leiðingin skal tryggja, at nóg mikið av vatni er til virkini á vestaru síðu

 

Klaksvík: Týsdagin varð enn eitt stig tikið í útbyggingini av vatnveitingini í Klaksvík. Nýggj leiðing varð løgd tvørtur um vágna, og nú eru tvær leiðingar um vágna.

Nýggja leiðingin skal tryggja, at virkini á vestaru síðu hava nóg mikið av vatni. Fleiri stórir brúkarar av vatni eru á vestaru síðu, og nýtt krivjivirki er á veg. Tí er neyðugt við nýggjari leiðing.

Tvær stórar vatngoymslur eru í Klaksvíkar, í Ánagjógv og Niðan Horn. Reinsiverk er í Ánunum, meðan nýtt reinsiverk er í gerð Niðan Horn.