Nýggj vitan um omega-3 feittsýrur

- Granskingin er komin eftir, at tá omega-3 verður sett til krabbameinskyknurnar, gerast hesar strongdar. Vit sóu, at omega-3 órógvaði kyknurnar, sigur Gro Leite Størvold. Norskir granskarar halda seg nú hava funnið svarið upp á, hvussu omega-3 feittsýrur halda aftur vøkstrinum av krabbameinskyknum.

Norski sivilverkfrøðingurin, Gro Leite Størvold, fer soleiðis í endanum av november at verja doktararitgerð um, hvussu omega-3 ávirkar kyknurnar í kroppinum.

Gransking hevur leingi víst, at omega-3 minkar um vandan fyri ymiskum sløgum av krabbameini, men úrslitini hava higartil ikki verið so eintýðug.

Nú vísir so norsk gransking, at omega-3 feittsýran DHA tálmar vøkstri av krabbameinskyknum við at skapa ójavnvág í vanligu funktiónirnar hjá krabbameinskyknunum.

- Mekanisman, sum vit hava staðfest, er ikki áður umrødd í sambandi við omega-3. Tað er ikki óhugsandi, at granskingin kann byrgja upp fyri fleiri sløgum av krabba, sigur Gro Leite Størvold.

Granskingarbólkurin dyrkaði krabbameinskyknur úr tjúktarmi á eini kanningarstovu. Síðan vórðu kyknurnar latnar í vætu við omega-3 feittsýru.

Ein av týdningarmestu funktiónunum hjá krabbameinskyknum er at framleiða proteinir, og tað er týdningarmikið, at hesi proteinir verða sett saman á rættan hátt.

- Granskingin er komin eftir, at tá omega-3 verður sett til krabbameinskyknurnar, gerast hesar strongdar. Vit sóu, at omega-3 órógvaði kyknurnar, sigur Gro Leite Størvold.

Granskingarleiðarin, sum starvast við Nasjonalt Institut for Ernærings-og Sjømatforskning í Noreg, Livar Frøyland, heldur, at granskingin á økinum framvegis hevur ymiskar manglar, men ásannar, at omega-3 hava góðan virknað.