Nýggjur fíggjarstjóri í Nærverkinum

Nærverkið hevur sett Evu H. Bennicke í starv sum fíggjarstjóra í Nærverkinum. Hon tekur við starvinum hálvan oktober. Eva H. Bennicke, ið er 39 ára gomul, er í 1994 útbúgvin cand. scient. adm. frá Aalborg Universiteti. Hon hevur drúgvar starvsroyndir innan fíggjarviðurskifti á almannaøkinum bæði í Føroyum og í Danmark, sigur Nærverkið í tíðindaskrivi.

Eva H. Bennicke hevur síðani 1995 starvast 10 ár í Almanna- og heilsumálaráðnum, eitt skifti í Vinnumálaráðnum og nú í seinastuni í Tórshavnar Kommunu. Áðrenn tað starvaðist hon 1,5 ár innan almannaøkið í Storstrøms Amt í Danmark.

Ì sínum størvum hevur Eva H. Bennicke verið samskipari í ymsum verkætlanum, hevur luttikið í ymsum nevndararbeiðum og hevur eitt skifti verið álitisfólk og fingist við fakfelagsarbeiði.