Nýggjur graslíkisvøllur til Sørvágs

Bygdarráðið í Sørvági samtykti hóskvøldið at játta tvær milliónir krónur til nýggja graslíkisvøll

Gamli graslíkisvøllurin í Sørvági hevur tænt fyri seg og verður skiftur út við ein nýggjan vøll. Bygdarráðið hevur játtað tvær milliónur krónur til nýggja vøllin.
Jákup Suni Lauritsen,. borgarstjóri í Sørvági, sigur, at tað var eitt samt bygdarráð, sum gjørdi av at seta pening av til at skifta graslíkið á fótbóltsvølinum út.
?Vit meta tann týdning, fótbóltsvøllurin hevur fyri aktivitetin hjá ungdóminum í bygdini so stóran, at vit ikki halda okkum hava ráð at vera vøllin fyri uttan, sigur hann.
Borgarstjórin sigur, at kommunan er væl fyri fíggjarliga og eigur pening til at gjalda fyri vøllin.
Vøllurin er keyptur frá Idé Húsinum og er av sama slagi sum tann vøllurin, sum lagdur verður á í Leirvík, sigur Jákup Suni Lauritsen.
Vøllurin er úr Belgia, og fólk frá verksmiðuni kemur til Sørvágs fyrst í apríl at leggja vøllin á. Hann skal so vera liðugur at taka í nýtslu seinni í apríl, sigur bogarstjórin.
Vøllurin er góðkendur av bæði UEFA og FIFA, sigur hann. Sostatt kann sjálvur vøllurin eisini nýtast til altjóða dystir, um tað skuldi verið.
Hetta kemur sum vera man eisini væl við hjá Sí, sum í ár hevur fórbóltslið í triðu deild hjá monnum, umframt tær yngru deildirnar.
Sørvágs Ítróttarfelag fyllir 100 ár í næstu viku. Men tað er ikki beinleiðis sum føðingardagsgáva til ítróttarfelagið, at vøllurin verður skiftur út, sigur borgarstjórin. Tað er stutt og greitt tí, at tað var neyðugt. Gamli vøllurin var kolldømdur, so skuldi vøllur vera, mátti hann gerast av nýggjum, sigur hann.