Nýggjur HB-sangur: TAÐ ERU VIT

Enn einaferð hevur góði og trúgvi HB'arin Heri Nølsøe gjørt ein nýggjan HB-sang.

Hesaferð er tað í sambandi við 24. føroyameistaraheitið, sum havnarfelagið tryggjaði sær í ár.

##med2##

Heri Nolsøe hevur gjørt bæði orð og lag, og tað Rókur Jákupsson Jakobsen, sum syngur. Jóhan Ziskason spælir gittar, og Kris-Stuff STUDIO hevur staðið fyri upptøku, arrangering, ljóðførum og kóri.

– Hetta lagið er gjørt í sambandi við 24. meistaraheiti 24. FM 2020, sigur Heri Nolsøe, sum ikki hevur talið á, hvussu nógvar HB-sangir hann hevur gjørt.

TAÐ ERU VIT

orð og lag: Heri Nolsøe © 2020

 

Fram á vøllin vit fara

við rúkandi ferð,

ganga undan og vísa

hvat henda skal her.

HB eita tit,

hava reyð svartan lit,

Havnar Bóltfelag, tað eru vit.

 

Hesin dagurin bjarti

vit eru á ferð,

tað móti medaljunum ber.

HB aftur nú gullið í

føvningin tók,

HB sveimar á ovastu rók.

 

Her er reyð svarta lithavið

skyggjandi rond,

knýta saman vit skulu

øll ítróttarbond.

HB eiga tit,

hava reyð svartan lit,

Havnar Bóltfelag, tað eru vit.

 

Hesin dagurin bjarti

vit eru á ferð,

tað móti medaljunum ber.

HB aftur nú gullið í

føvningin tók,

HB sveimar á ovastu rók.

 

Og tá dómarin bríkslar

og dystur er av,

vit øll somul frøast

og lyftast upp av.

HB eiga tit,

hava reyð svartan lit,

Havnar Bóltfelag, tað eru vit.

 

Hesin dagurin bjarti

vit eru á ferð,

tað móti medaljunum ber.

HB aftur nú gullið í

føvningin tók,

HB sveimar á ovastu rók.

##med3##

##med4##