Nýggjur landsskjalavørður

Sámal Tróndur Finnsson Johansen er nýggjur landsskjalavørður

STARV

Hetta hevur landsstýrismaðurin í mentamálum, Annlis Bjarkhamar, avgjørt.
Hann tók við starvinum á nýggjárinum.
Sámal Tróndur Finnsson Johansen er 37 ára gamal. Hann hevur útbúgving sum
cand. scient. soc. frá RUC (Roskilde Universitetscenter) við tveimum
høvuðsgreinum, ávikavist í søgu og landalæru.
Bæði sum savnsvørður og sum granskari hevur Sámal Tróndur Finnsson Johansen
sera góðan kunnleika og royndir til arbeiði á Landsskjalasavninum.
Av granskingarroyndum kann nevnast, at Sámal Tróndur í tvey ár hevur arbeitt
við eini PhD-verkætlan um Føroyar í kalda krígnum.
Landsskjalavørðurin er dagligur leiðari av Føroya Landsskjalasavni, sum er
stovnur undir mentamálaráðnum, upplýsir Mentamálaráðið í einum skrivi.