Nýggjur leikur við TVAZZ

Fundamentalisturin er heitið á nýggjum leiki, sum sjónleikarfelagið TVASS venur í hesum døgum. Fundamentalisturin er heitið á nýggjum leiki, sum sjónleikarfelagið TVASS venur í hesum døgum.

27. oktober 2007 hevur TVAZZ frumsýning av leikinum Fundamentalisturin, sum er ein finskur leikur frá 2006. Fundamentalisturin hevur higartil bert verði framførdur í Finlandi, har hann varð sýndur yvir 100 ferðir fyri fullsettum húsum. Juha Jokela leikstjórnaði sjálvur finsku uppsetingina, og vitjar hann eisini í Føroyum til frumsýningina.

Fundamentalisturin er ein leikur um trúgv. Men eisini ein leikur um tvey leitandi menniskju og samband teirra millum, teirra vónir, sannføring, kærleika og glatan og ikki minst teirra samband við Kristnu trúnna og tulking av Bíbliuni.

Hvat kostar tað at tilogna tær eina trúgv fult og heilt?

Hvat kostar tað at missa trúnna?

Hvat er sonn frelsa?

Hvør av teimum er fundamentalisturin?

Eru bert nakrir av spurningunum, sum leikurin setur.

Hesi bæði kristnu menniskjuni leita eftir sannleikanum ? í átrúnaðinum, í hvørjum øðrum og í sær sjálvum. Her av stendst ein samanbrestur, sum fær óbótaligar avleiðingar fyri bæði tvey. Ein samanbrestur, sum vit stundum eisini síggja um okkara leiðir?

Leikarar eru Bárður Persson og Gunnvá Zachariasen. Leikstjórin er sviin Petra Berg Holbek og ljós ?og pallsniðgevi er Egil B. H. Hansen.

Forsølan av atgongumerkjum er byrjað í Kunningarstovuni á Vaglinum í Havn.

Sí annars www.tvazz.com