Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag skrivaðu fríggjadagin undir nýggjan sáttmála. Hetta er ein 2 ára sáttmáli við einum karmi, sum er um leið 2,6%.
Lønarhækkanin í ár er 0,9%, sum fer til løn og eftirløn.. Tann 1. januar í 2006 verður egið eftirlønargjald flutt til arbeiðsgevaran, og tá verður bara eitt eftirlønargjald, sum er 5,7%.
Næsta ár hækkar lønin 0,4% meðan eftirlønargjaldið hækkar 1,3% og kemur tá upp í 7%.
Í sáttmálanum eru gjørdar ymsar broytingar og nakrar nýggjar ásetingar, eitt nú um varningsgjald og um gjald fyri umlagdar tímar.
Uppsagnarreglurnar eru nú eftir lógini fyri starvsmenn og áseting um eftirsitiløn er sett í sáttmálan.
Semjan verður í næstum at finna á heimasíðuni www.lnd.fo sigur Fíggjarmálaráðið.