Tónleikur
? Føroyskir tónleikar gera eitt stórt arbeiði, hóast teir hava truplar umstøður at virka undir.
Tað heldur Bernharður Wilkinson, tónleikari og oreksturleiðari.
Í morgin stendur hann einaferð enn á odda fyri Føroya Symfoniorkestri á fjølbroyttari og spennandi konsert í Norðurlandahúsinum í Havn.
Bernharður Wilkinson heldur, at tær vánligu umstøðurnar hjá føroysku tónleikarunum gera, at nógv orka hjá teimum fer til spillis.
? Fyri at mennast er tað alneyðugt at spæla. Kann nakar hugsa sær, hvussu eitt fótbóltslið skal mennast, um tað bara sleppur at spæla tríggjar dystir um árið?, spyr hann.
Tí heldur hann, at føroyskir tónleikarar gera eitt stórt arbeiði, hóast teir ikki sleppa at spæla fleiri konsertir, enn teir gera.
Men umframt at sleppa at spæla fleiri konsertir, heldur hann at symfoniorkestrið skuldi fingið høvi at hildið familjukonsertir og konsertir á skúlum fyri skúlanæmingum. Hann sigur, at hesi sløgini at konsertum eru sera vælumtóktar aðrastaðni.
? Tað átti eisini at verið møguligt hjá Føroya Symfoniorkestri at spælt aðrastaðni í landinum enn í Havn. Tað eitur jú Føroya Symfoniorkestur!
Drúgvar royndir
Bernharður Wilkinson er hálvur sumbingur, hálvur breti og er uppvaksin í Manchester.
Hann hevur tónlistaútbúgving sum floytuspælari og orkesturleiðari og hann hevur sera drúgvar royndir. Hann hevur verið við til at spæla 14 fløgur inn og hann hevur hildið konsertir og stjórna orkestrum um stóran part av heiminum. Hesar konsertferðir hava ført hann fleiri staðni kring um í Evropa, í Kina, Japan og aðrastaðni í fjareystri og hann hevur framført í operahúsinum í Sidney og í Carnegie Hall í New York.
Ein stóran part av sínum vaksna lívi hevur hann búð og virkað í Íslandi, men seinasta summar flutti hann til Føroyar.
Hóast hann nú býr í Føroyum ferðast hann sera nógv, tí tað er stórur eftirspurningur eftir honum ymsastaðni frá, bæði sum floytuleikara og orkesturleiðara og hann hevur nógv at gera.
Hann hevur nýliga stjórnað symfoniorkestrinum í Íslandi á tveimum konsertum, harav tann eina er útgivin á dvd. Hann hevur eisini spælt fløgu inn við Blásarakvintett Reykjavíkar, sum hann var við til at stovna, umframt eina fløgu við kamarkórinum, Hljómeyki, í Íslandi.
Í næsta mánað fer hann aftur til Íslands at stjórna íslendska symfoniorkestrinum og í mai mánaði fer hann til Keypmannahavnar á at undirvísa og at stjórna á skeiði fyri kórsangarar.
Í juli fer hann til Russlands at stjórna filharmonikarunum í Sankta Pætursborg. Tað hevur hann roynt fyrr og tað gleðir hann seg til at royna aftur. Sìðani stendur kósin aftur ímóti Føroyum at stjórna Aldubáruni á Summartónum.
Og í heyst fer hann so aftur av landinum, hevuferð til Bulgaria at stjórna størsta orkestrinum har.
Nógv evnarík ungfólk
Tá ið Bernharður Wilkinson var fluttur til Føroya, heitti Bo Isholm, leiðari á Tórshavnar Musikkskúla, á hann um at stovna eitt streingjaorkestur og at undirvísa í kamartónleiki.
? Orkestrið hevði sína fyrstu framførslu í seinastu viku og eg má siga, at tað komu tey heilt væl frá.
Hann sigur, at tað vóru bara næmingar sum spældi og at ongin lærari var við og heldur ongin orkesturleiðari.
? Tað er ein sera týdningarmikil partur av tónleikaútbugvingini at næmingarnir læra at arbeiða og framføra sjálvstøðugt.
Og so leggur hann afturat, at tað er mangan prógvað, at tey, sum eru góðir tónleikarar, eisini klára seg væl í øðrum hægri lesnaði eisini, júst tí at tey eru von at arbeiða sjálvstøðugt.
?Í Føroyum er ein ørgrynna av ungum, evnaríkum fólki, og tað er alneyðugt at geva teimum slíkar venjingar og slíka stimbran, annars er stórur vandi fyri at tey bara gevast heilt at spæla og so eru tey tónlistarligu evnini farin fyri skeyti.
Tónleikurin haltar aftaná
Hann sigur, at hugsa vit um tey sløgini av list, sum eru mest útbreidd í Føroyum, heldur hann, at tónleikurin ikki er komin so langt í menningini, sum onnur list.
Men tað er ikki tí, at tað er trot á tilfeingi!
? Grasrøturnar blóma og bíðilistarnir eftir at sleppa á musikkskúla, eru langir. Samstundis finst ein hópur av kórum og bólkum fyri amatørar. Men toppurin á pýramiduni manglar, og tað er tónleikur á meiri professionellum støði, sigur Bernharður Wilkinson.
Hann sigur, at tað eru fáar avbjóðingar til teir professionellu tónleikararnar og tað er ikki eitt tónlistaumhvørvi, sum lokkar ungar, evnaríkar tónleikarar til sín og sostatt eru tað nógvir av okkara bestu tónleikunum, sum heldur búsetast uttanlands.
Kortini heldur hann, at hesin trupuleikin kundi saktans verið vendur til stóran vinning fyri føroyskt tónlistalív og fyri føroyska mentan.
Men til tað krevst ein hugburðsbroyting, heldur hann.
?Í nógvum londum verður mentan í dag mett sum ein dýrabar søluvøra og í nógvum londum er talan um eina sanna mentanarliga veking.
? Men fyri at fáa ein langtíðar vinning burturúr, hevur tað fyrst stóran týdning, at gera tær neyðugu, grundleggjandi íløgurnar í tey evnaríku ungfólkini, sum vit hava í hesum landi.
Sum dømi um hetta, nevnir hann frálíka trompetleikaran, Ólavur Olsen, sum spældi solo á konsertini hjá symfoniorkestrinum sunnudagin.
Hetta er samstundis fyrstu ferð, at hann spælir solo við einum symfoniorkestri.
Annars hevur hann eina heimasíðu, har tað ber til at kunna seg meiri um hann og hansara virksemi.
Heimasíðani er at finna á www.Wilkinson.fo