Nógvir skaðar av hálkuni

Fleiri duttu og fingu skaða í nógvu hálkuni annað jólakvøld

Løgreglan veit at siga um fleiri fólk, ið vóru flutt á skaðastovur kring landið, eftir at tey vóru dottin í nógvu hálkuni annað jólakvøld.

Eisini hevur løgreglan fingið boð um fleiri ferðsluóhapp í hálkuni, men einki teirra var serliga álvarsamt.

Annars hevur verið sera friðarligt kring landið um jólini. Í Havn hava trý fólk sovið rúsin út um jólini, og okkurt einstakt dømi um húsaófrið hevur verið. Fyrsta jóladag varð ein 24 ára gamal maður tikin fyri at koyra við kenning. Annars er ikki nógv at siga frá úr politiraportini annað enn, at ein svørt ketta varð yvirkoyrd í Havn jólaaftan.