Fyri løtu síðani fekk alarmsentralurin boð um, at tað kom nógvur roykur frá einum bili, sum koyrdi yviri við Strond í Havn.
Bilførarin steðgaði bilinum og slapp sær úr, meðan bíðað var eftir sløkkiliðnum. Sera nógvur roykur kom frá bilinum, men eingin eldur var at síggja.
Tá ið sløkkiliðið kom á staðið, var skjótt, at teir fingu tamarhald á støðuni, og roykurin minkaði. Enn er ilt at meta um, hvønn skaða bilurin hevur fingið, men fólkaskaði var eingin.