- Uppfinning og brúk av nýggjari tøkni í maritimu vinnunum er blivin avgerandi fyri vøkstur í okkara øki, segði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, tá ið hann fyrrapartin setti North Atlantic Fish Fair.
- Útflutningur av náttúrutilfeingi hevur verið grundarlag fyri okkara búskapi og vælferð í fleiri ættarlið og verður eisini ein týðandi partur av samfeløgum her í økinum í komandi tíðum, segði hann.
- Tillaging til burðardygga vinnu og veiði er avgerandi, og allir framsýnarar á hesi stevnu eru dømi um, at tillaging og nýhugsan ganga hond í hond og kenna eingi mørk.
- Við at vísa útgerð og tøkni fram, deila vitan, gera avtalur og samstørv kunnu vit gera fiskivinnuna meira effektiva og burðardygga. Eg eri vísur í, at North Atlantic Fish Fair kann spæla ein týðandi leiklut í hesum, segði løgmaður.