Nú fríggjadagurin er upprunnin, byrjar Nólsoy at líkjast einari rættiligari stevnubygd. Nólsoyingar hava kýtt seg við at gera alt til reiðar, og bæði tjald og søluvognar eru komnir upp á pláss.
Stóra tjaldið har heima á keiini hevur longu staðið uppi í nakrar dagar, og stevnuøkið verður mest at rokna harfrá og út á Klivar, har gamla flakavirkið aftur í ár er karmurin um stóra dansin leygarkvøldið, har Frændur sum kunnugt spælir.
Eisini Tórshavnar kommuna, sum Nólsoy jú í skjótt sjey ár hevur veirð partur av, hevur sum vant spílað seg út. Kulørtar ljósperur prýða bygdina av Nýggjaveg út móti Klivum, og ein ørgrynna av flaggstengrum eru settar upp, og fara at seta sín dám á stevnuna við veittrandi fløggum.
Eisini hevur Býráðið syrgt fyri, at tað er fríðkað um sum frægast. Hósdagin var ein bilur frá Tórshavnar Sløkkiliði í Nólsoy og heintaði tvey traktorvrak og eitt bilvrak, sum hava staðið til ampa gjøgnum longri tíð. Nú skemma tey so ikki Ovastevnu.
Báturin hjá Ova Joensen, Diana Victoria, verður »luftað« á stevnuni, tí vanliga hvíldarstaðið – kjallarin á Petersens Pakkhúsi – verður nýtt til framsýningina av ferðini hjá Ova, nú tað í ár eru liðin 25 ár síðani hann framdi stóra bragdið.
Kommunan hevur eins og undanfarin ár eisini hesaferð syrgt fyri, at stevnugestirnir sleppa undan at farao man í fjøruna at loys sær buksurnar, við at seta upp flytbar WC á økinum úti á Klivum.
So er bara at gleða seg yvir, at fleiri av veðurkortunum lova heilt hampiligt verður, okkurt teirra enntá heilt gott.
Tí er ikki at halda seg aftur, men at fara til Nólsoyar at hátíðarhalda 25 ára dagin fyri stóra bragdinum hjá Ova Joensen, sála.