Framførsla hjá tónleikabreytini á skúlunum í Runavík og á Toftum verður í fimleikahøllini á Glyvrum fríggjakvøldið
Hesi seinastu trý árini hava skúlarnir í Runavík og á Toftum í felag havt eina tónleikabreyt í 10. flokki. Seinast í skúlaárinum hava næmingarnir á tónleikabreytini havt høvi til at upptraðka sum sangsolistar saman við royndum og góðum tónleikarum. Soleiðis verður eisini hesa ferð.
Fríggjakvøldi klokkan 20.30 verður framførsla í fimleikahøllini í skúlanum á Glyvrum. Fleiri av næmingunum standa fyri fyrstu ferð á palli sum sangsolistar. Orkestrið er mannað við góðum fólki: Hjalti Joensen, guitar, Jákup Olsen, bass, John Mortensen, klaver, Jasmin Jovanovic, trummur, og Godtfred Joensen, tangentar.