Næmingar av Eiði og frá Norðskála í starvsvenjing Tórshavn

Heini Niclasen av Eiði, sum gongur á Felagsskúlanum á Oyrarbakka, er í starvsvenjing á Sosialinum. Hann hevur verið í býnum í Havn og tosað við floksfelagar, sum eisini eru í starvsvenjing í høvuðsstaðnum.

Nú eri eg sjálvur í praktik hjá Sosialinum, og eg fekk so ta uppgavu at skriva um nakrar av hinum praktikantunum, í Havnini.

Eg legði fyrst leiðina niðan í SMS, har tríggjar floksfelagar royna seg í hvør sínum handli. Síðani fór eg niðan á Háls, har ein floksfelagi er í praktikk hjá Føroya Tele.


Navn: Judith Jacobsen.
Búðstaður: Eiði

Hvar ert tú í praktik?
Eg eri í praktik í Deres í SMS.

Hví valdi tú at fara í praktik hjá Deres?
Tí at mær dámar klæðini har, og tí at eg helt tað vera spennandi at prøva tað.

Hvussu eru fólkini í Deres at arbeiða saman við?
Tey eru fitt at arbeiða saman við, tí at tey tosa nógv við meg, eru ung og eru lætt at koma í samband við.

Hevið tú eisini valt Deres, um tað var uttan fyri Havnina?
Nei tað hevði eg nokk ikki, tí at eg haldi, at tað hevði verið nokkso rotið at vera í praktik úti á bygd. Tí í Havn kann man fara at bio, bowla og gera mangt annað, sum man ikki kann gera úti á bygd.

Hvat gert tú, tá ið ert í praktik hjá Deres?
Eg støvsúgvi, pussi vindeygu og leggi klæðir saman og standi eisini onkuntíð við diskin.

Ætlar tú at arbeiða í einum klædnahandli, tá ið tú verður vaksin?
Nei, tað er ikki planurin. Eg ætli mær at vera frisør.

Hví valdi tú so ikki at fara í praktik hjá einum frisøri?
Tí eg vildi prøva okkurt annað, áðrenn eg fari at vera frisør.


Navn: Durita Kallsoy.
Búðstaður: Eiði

Hvar ert tú í praktik?
Eg eri í Veromoda í SMS

Hví valdi tú at fara í praktik hjá Veromoda?
Tí at mær dámar klæðini har.

Hvussu eru fólkini í Veromoda at arbeiða saman við?
Tey eru fitt at arbeiða saman við, men eg hevði vilja at tær høvdu tosa meira við meg.

Hevði tú eisini valt Veromoda um tað hevði veri uttanf yri havnina?
Nei tað rokni eg ikki við, tí at her er meira at gera enn úti á bygd, og tí at eg sjálv búgvi úti á bygd, og eg vildi gjarna prøva okkurt nýtt, t.d. arbeiða í einum klædnahandli í Havn.

Hvat gert tú, tá ið tú ert í praktik á Veromoda?
eg leggi klæðir saman og standi eisini við diskin og geri eisini nógv annað

Ætlar tú tær at arbeiða í einum klædnahandli tá ið tú verður vaksin?
Nei tað ætli eg ikki, tí at eg ætli mær at vera frisør.

Hví valdi tú so ikki at fara í praktik hjá einum frisøri?
Tí eg vil gjarna læra tað, áðrenn eg fari at klippa har, og eisini tí eg havi hoyrt, at man sleppur einki at gera, tá ið man er í praktik hjá einum frisøri, bara sópa gólv og vaska hár.


Navn: Jógvan Páll Kristiansen
Búðstaður: Norðurskáli

Hvar ert tú í praktik?
Hjá Føroya Tele.

Hví valdi tú at fara í praktik hjá Føroya Tele?
Tí at øll, sum hava verið her fyrr siga, at tað er sera spennandi.

Hvussu eru fólkini at arbeiða saman við?
Øgiliga fitt og hjálpsom.

Hvat gert tú, tá ið tú ert í praktik hjá Føroya Tele?
Eg umvali telefonir og tílíkt.

Hevði tú valt Føroya Tele, hevði tú skula út á bygd?
Nei tað hevði eg ikki, tí at næstan øll hini í flokkinum eru farin til Havnar, men eg skal bara vera í Havn í eina viku, og so skal eg eisini til Runavíkar eina viku, men tað tími eg ikki.

Ætlar tú at arbeiða á Føroya Tele, tá í tú gerst vaksin?
Ja, tí at mær dámar sera væl at skrúva elektrisk ting sundur og saman, so tað rokni eg næstan við at eg fari at gera.


Navn: Brynleif Andreasen
Búðstaður: Eiði

Hvar ert tú í praktik?
Eg eri í praktik hjá Elding í SMS.

Hví valdi tú at fara í praktik hjá Elding?
Tí eg visti ikki, hvar eg skuldi fara, og so kom ein lærari við hugskotinum.

Hvussu eru fólkini í Elding at arbeiða saman við?
Tey eru sera fitt, tí tey hjálpa mær, tá ið tað er okkurt og eru eisini sera fitt at tosa við.

Hvat gert tú, tá tú ert í praktik hjá Elding?
Eg standi við diskin, seti vørur á plass, seti prísir á vørurnar og eg koyri eisini vørur út.

Hevði tú eisini valt at farið í praktik í Elding, hevði tað ligið uttan fyri Havinina?
Ja, tað hevði eg nokk, tað hevði bara ikki skula verið uttan fyri Eystur- og Streymoynna.

Ætlar tú at arbeiða við tílíkum, tá ið tú gerst vaksin?
Og her svarar hann so: »Kanska og kanska ikki«