Námsfrøði er føroyska orðið fyri pædagogik, sum merkir læran um uppaling; men vanliga hugsa vit um uppaling og undirvísing. Tá ið vit hugsa um námsfrøðiligar fundir, meina vit við allar teir fundir, sum innihaldsliga eru so, at næmingar/lærar mennast betur. Sagt við øðrum orðum: Fundirnir hava til endamáls, at næmingarnir skulu
· trívast betur
· hava lættari við at ogna sær nýggja vitan
· hava lættari við at læra.
Lærarar skulu fylgja við í
· nýggjum fakligum innihaldi
· nýggjum tólum
· nýggjum frálæruhættum, so eisini teir trívast betur.
Ein farin tíð
Onkur kann spyrja, er hetta nú neyðugt? Fyrr var einki sovorðið fjas við fundum av øllum handa slag, og næmingarnir dugdu minst líka væl, sum teir gera nú - ja, helst dugdu teir betur!
Innast inni - hjá summum ógvuliga langt inni - vita helst øll vaksin, at ikki er rætt at sammeta skúlan í dag við realskúlaskipanina. Tá sluppu bara tey dugnaligastu í realskúla, og hini noyddust so úr skúlanum. Fleiri vóru tey, ið gleddu seg til síðsta skúladag, bert fjúrtan ára gomul. Men framtíðarmøguleikarnir tá vóru helst betur uttan fyri skúlan. Skipini høvdu altíð brúk fyri einum ungum røskum dreingi, og genturnar fóru út at tæna, í handil ella arbeiða í fisk.
Hetta er alt ein farin tíð. Skipini sigla næstan mannleys. Krøvini til fiskaarbeiði av øllum slag eru sera strong. Heimini standa tóm - børnini fáa eina professionella røkt uttan fyri heimið.
Mugu fylgja við
Arbeiðs- og útbúgvingarviðurskifti broytast so skjótt, sum ongantíð áður. Fyrr var ikki óvanligt, at børnini nýttu somu bøkur, sum foreldrini høvdu brúkt. Nú er hetta heilt broytt. Ferð eftir ferð hoyrir tú sum lærari, at næmingarnir gremja seg um, at foreldrini duga ikki at hjálpa teimum. Tey siga børnumum, at hetta og hatta hava tey ikki lært, ella siga tey, at tey lærdu alt øðrvísi tá.
Á ein hátt eru lærarar í somu skóm. Teir fáa nýggjar og øðrvísi bøkur - bøkur við innihaldi, sum partrvís er ókent. Nýggj fólkaskúlalóg og broyttar kunngerðir.
Alt hetta krevur, at lærarar mugu fylgja við, um teir ikki skulu "sovna".
Fyri at fylgja við er neyðugt við fundum, styttri skeiðum og tilfari at seta seg inn í. Hesir fundir liggja altíð eftir skúlatíð, so tað eykaarbeiðið, ið stendst av hesum, er ikki so lítið. Men hetta er neyðugt, skal skúlin - og harvið alt samfelagið fylgja við í tí menning, sum er um meginpartin av knøttinum.
Toymi og verkætlanararbeiði
Nýggj evni ínnan skúlan er m. a. toymi og verkætlanararbeiði.
Toymi meinast við, at tveir/tríggir lærarar, ið hava ein flokk, regluliga hava fundir og ráðleggja undirvísingarinnihald og -gongd, bæði fyri alt árið, men eisini meira í smálutir einar tríggjar mánaðir fram.
Verkætlanararbeiði er tvungin setningur frá næsta skúlaári. Tá skulu næmingarnir gera eina uppgávu, sum er hóskandi í vavi. Hon er ikki partur av einari ávísari lærugrein, men skulu so nógvar "lærugreinar" sum møguligt takast við í uppgávuna. Álagt verður lærarum at ganga til hjálpar og leggja næmingunum lag á, meðan uppgávan verður gjørd. Á hendan hátt verða teir lærdir at byggja upp og gera eina uppgávu. Teir verða ikki kastaðir út í nakað, sum teir so mugu klára sum best - tað kenna vit frá miðnámsskúlum.
Alt hetta krevur, at lærarar seta seg inn í arbeiðið við at gera verkætlan, og tað verður sjálvandi gjørt eftir skúlatíð.
Starvsfólkapolitikkur
Landið gongur undan viðvíkjandi starvsfólkapolitikki. Í dag er bert ein spurningur um, nær skúlarnir fáa ein. Kommunuskúlin hevur í longri tíð arbeitt við at orða ein starvsfólkapolitikk, og hevur tað kravt eitt ótal av fundum, og nógv hevur verið at sett seg inn í. Júst nú verður arbeitt við "sorgarpolitikki", sum verður ein partur av starvsfólkapolitikkinum, tá ið hetta evnið er liðugt viðgjørt.
Einki er at ivast í, at foreldrasamarbeiðið og fundarvirksemið veksur, tá ið skúlaráð verða sett á stovn sambært nýggju skúlalógini.