Líkt er til, at árið í ár verður eitt av teimum frægu hjá SEV, tá tað kemur til varandi orku.
Elframleiðslan í ár hevur verið sløk hálvttriðja prosent minni enn í fjør - 248.418 MW ímóti 254.456 MW somu tíð í fjør. Hetta er ein minking upp á 2,4 prosent, vísir nýggjasta uppgerðin frá framleiðsludeildini hjá SEV.
Sløk 39 prosent av framleiðsluni komu frá varandi orku: 33,4 prosent frá vatni og 5,4 prosent frá vindi.
Somu tíð í fjør komu góð 29 prosent av framleiðsluni frá varandi orku: 24,6 prosent frá vatni og 4,8 prosent frá vindi. Í november minkaði elframleiðslan 1,5 prosent - úr 24.039 MW í fjør til 23.672 MW í ár.
Heimasíðan hjá SEV skrivar, at sløk 45 prosent av framleiðsluni í síðsta mánaði komu frá varandi orku: 39,6 prosent frá vatni og 5,3 prosent frá vindi. Í november í fjør komu 43 prosent frá varandi orku.
Í 12 mánaðar skeiðnum frá 1. desember í fjør til 30. november í ár fall elframleiðslan 2,3 prosent í mun til sama tíðarskeið frammanundan, úr 280.840 MW til 274.285 MW.