Lógvabrestirnir mundu ongan endan fingið í Gøtu Kirkju sunnudagin. Og kórini, Eivør, Pætur og hinir luttakarnir høvdu uppiborið hvønn einasta av teimum. Við eini serligari samanseting av óroyndum, royndum og professionellum tónleikarum og sangarum eydnaðist tað aftur í ár felagskórinum Gøta/Leirvík at skipa fyri eini sera nýskapandi jólakonsert, uttan at gloyma gomlu siðirnar.
Felagskór og Eivør
Tað boðaði frá góðum, tá ungu næmingarnir frá Gøtu tónlistaskúla lótu fyrstu blásitónarnar til ?Føgur er foldin? ljóða út í kirkjuna. Og eftir felagssangin var rætti jólahýrurin komin á bæði áhoyrarar og sangarar. Felagskórið Gøta/Leirvík, við Heðini Kambsdal, sum leiðara, legið fyri við eini perlurøð av okkara gomlu sálmum, bæði teimum kendu og minni kendu, og allatíðina við tí serliga væl samansunga dáminum, sum er eyðkenni hjá júst hesum kórinum. Og eisini Eivør Pálsdóttir hevði funnið sítt gamla pláss aftur millum sopranarnar í kórinum. Um tað var kórið, sum fekk tað besta fram í Eivør, ella Eivør, sum fekk tað besta fram í korinum, er ilt at vita. Men tá tey við Eivør sum solisti til endan framførdu vakra lagið ?Halga nátt?, var tað ringt at ímynda sær, at hendan tónleikaupplivingin kundi gerast størri.
Eivør og Pætur
Men tað kundi hon, og uttan at taka nakað frá nøkrum, var tulkingin av ?Eitt fjós og ein krubba? hjá Eivør og Pætur við Keldu uttan iva tann mest hugtakandi og forvitnislig parturin av konsertini. Og tað fær kanska neyvan verið øðrvísi, tá tvær so sterkar tónleikapersónligheitir hava sett sær fyri at gera nakað serligt burturúr. Uttan undirspæl sungu tey bæði seg ígjøgnum hendan gamla jólasálmin, so hárini mundu reisa seg hjá áhoyrarnum, sum fingu eina útgávu av sanginum, tey aldrin hava hoyrt fyrr. Við síni vøkru rødd bar Pætur gamla lagnum uppi líka til síðsta tóna, samstundis sum nýtulkingarnar hjá Eivør allatíðina góðu lagnum nakað nýtt, øðrvísi og púra óvæntað. Vit, sum lýddu á, vóru heppin, tí við slíkum improvisatiónum, har rødd og kenslur vóru fremsta ljóðførið, gjørdist tulkingin hjá Eivør og Pæturi av hesum gamla jólalagnum so persónlig og serstøk, at tað neyvan ber til at endurtaka hana á sama hátt aftur.
Umaftur
Tórshavnar Manskór við Bjarna Restorf hava mest sum gjørt tað til sítt sereyðkenni at royna nýggjar leiðir, tá tað ræður um kórsang. Og eftir øllum at døma eisini, tá tað ræður um jólakonsertir, tí skráin hesuferð var ikki so jólalig, sum tey flestu uttan iva høvdu væntað. Tess meir fjøllbroytt var framførslan, sum fevndi líka frá negro spirituals, við Eivør sum solisti, og sálmar hjá Brorson til íblástur frá gomlum skjaldrum og Gleðilig Jól. Men kórið slapp ikki so, og eftir rungandi lógvabrestir, máttu teir aftur á pallin. Av tí at kórið ikki hevði vant so nógv saman við Eivør, sungu tey frálíka lagið ?Nobody Knows? umaftur, og prógvaðu enn einferð, hvat kórsangur kann, tá tann er allarbest.
Kórini, Eivør og Pætur verða aftur at hoyra í Vesturkirkjuni mikukvøldið kl. 20